04-06-2010

Minka um sólina millum 12&15

Nú sólin byrjar at koma fram og summarið nærkast, er Danska Heilsustýrið saman við danska ”Kræftens bekæmpelse” byrjað eitt átak, sum tey kalla ”Skru ned for solen mellem 12&15”

Meira enn 100.000 danskarar hava krabbamein í húðini og talið er alsamt vaksandi.

Sambært heimasíðuni hjá Krabbameinsfelagnum í Føroyum vóru í 2009, 237 nýggir tilburðir av krabbameini her í Føroyum. Av teimum vóru 44 húðkrabbamein og 4 móðurmerkjakrabbamein.

Talið av tilburðum av krabbameini í húðini er vaksandi, og ein samanhangur sæst í mun til at vit verða meira brend av sólini og útsett fyri hægri skamtanum av UV strálum í gjøgnum lívið. Samstundis eru góð prógv fyri, at nógv UV strálan í barnaárunum, økir vandan fyri at fáa húðkrabbamein seinni í lívinum.

UV- strálir eru tær ultraviolettu strálurnar frá sólini. Tær síggjast ella følast ikki. Tað eru hesar strálurnar sum brúnka húðina hjá okkum, men tær kunna eisini skaða húðina og brenna hana.

Endamálið við átakinum er at minna okkum á, at ansað betur eftur børnunum og okkum sjálvum í sólini og gera alt fyri, at vit ikki verða brend í sólini.

Sólátakið tilræður, at vit minka um ávirkanina frá sólini, men ikki at vit lata vera við at vera í sólini, tí sólarljósi er ógvuliga týðningarmikið fyri okkum. Tað er jú frá sólini vit fáa D-vitamin.

Farið tí út og njótið sólina og ljósið, men geri tað við umhugsni og ansið eftir, at húðin ikki blívur ov reyð.

Havi eisini í huga, at sólin eisini her í Føroyum er sera sterk. Vandin fyri at brenna seg, sum vaksin ella barn, er tí eisini stórur um ein er í Føroyum.

Minnist tí til, at tað eisini er neyðugt at brúka sólkrem í Føroyum, og t.d. at smyrja børnini við sólkremi um morgunin, áðrenn tey fara í dagrøkt, dagstovn ella í skúla. Tá veðrið er gott, eru børnini sum oftast úti meginpartin av degnum, og tá er stórur vandi fyri at brenna seg.

Tey 4 sólráðini eru:

1.Siesta

UV strálurnar frá sólini eru sterkastar millum kl. 12 & 15.

Ger tí, sum tey gera sunnanfyri, og halt ”siesta”. T.v.s. halt teg í skugganum ellla verð innandura millum kl. 12 & 15.

Velur tú at vera úti í sólini millum kl. 12 & 15, ansað so eftir tíðini, so tú ikki ert ov leingi í sólini.

Minst til at smyrja væl av sólkremi á.

2. Sólhatt

Sólhattur, klæðir og skuggi er tann besta verjan móti UV strálum.

Talan skal helst vera um ein hatt við breiðum skugga, soleiðis at hann verjir høvd, orir, nakka og andlit.

Um ein er úti í sólini millum kl. 12 & 15, verður tilrátt at brúka sólhatt og sólkrem.

Klæðir úr bummull, ið ikki sita so tætt at húðini verja væl móti sólini. Tí er gott at lata børn, sum t.d. spæla á strondini, vera í sólhatti og T-shirt.

Tað finnast eisini serlig klæðir, ið verja móti UV strálum.

3. Sólkrem

Hvat fyri eitt sólkrem skal eg velja??

Í Danmark verður tilrátt at brúka sólkrem við í minsta lagið faktor 15. Best er at nýta sólkremsum er vatnfast, og sum verjir bæði móti UVA og UVB strólum.

Sólkremið skal ikki innihalda evnið 4-MBC (4-methylbenzylidenecamphor).

Hetta evnið finst ikki í sólkremum ið verða seld í Danmark, men í fleiri øðrum londum verða sólkrem seld, ið innihalda hetta evnið.

Best er, at brúka sólkrem ið hava svanamerki og eru allergitestaði.

Um ein hevur ógvuliga ljósa húð verður tilrátt at brúka í minsta lagið faktor 30. Somuleiðis verður tilrátt at brúka í minsta lagið faktor 30 um ein er í londum sunnanfyri ella nær við Ækvator.

4. Sløkk fyri Solarium

Tá ein tekur sól, verður húðin strálað av eftirgjørdum UV-strálum. Hesar eftirgjørdu strálirnar økja nógv um vandan fyri krabbameini í húðini.

Um ein tekur sól eina ferð um mánaði, økist vandin fyri at fáa húðkrabbamein 2 – 3 ferðir.

Jú yngri ein er, vandamiklari er at taka sól í Solarium.

Strálirnar frá Solarium geva ikki D-vitaminir.


Leinkja: Soleiðis brúkar tú sólkrem:

Leinkja: Skru ned for solen

Leinkja: SOL, SOMMER OG SUND FORNUFT



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300