08-03-2020

Ongir mammubólkar fyribils

Í samband við at RS-virus gongur, hevur Gigni avgjørt at halda ein steðg við mammubólkunum.

RS-virus er eitt forkølilsis-virus, sum serliga smábørn kunnu gerast sera sjúk av. Sjúkan er oftast at síggja frá novembur til apríl mánað, og trívist hon serliga í umhvørvum, har nógv børn eru saman. RS-virus smittar við hosta og við vætu úr nøsini. Tí er tað av alstórum týdningi við góðum hondreinføri, at vaska sær um hendurnar, um ein eitt nú hevur turkað nøsina á einum barni og at hosta og njósa í ermuna.

Somuleiðis er gott at royna at fyribyrgja smittu av pinkubørnum við ikki at hava tey við, har nógv fólk eru savnaði, og har sjúk fólk eru tilstaðar.

Hondreinføri er allarbesta smittuverjan
Vaska tær ofta um hendurnar og hvørja ferð, áðrenn tú fert aftur til pinkubarnið! Eisini er gott at minna systkin og onnur á at vaska sær um hendurnar.

Og minst til at vaksin eisini kunnu smitta!

Les meira um RS-virus í faldaranum hjá Barnadeildini á Landssjúkrahúsinum



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 614 000