03-04-2014

Spæl er eisini rørsla

At røra seg,er eitt av 10 kostráðunum og ein týdningarmikil partur, av einum heilsugóðum lívið hjá børnum og vaksnum.

Sundhedsstyrelsen mælir til, at øll børn røra seg í minsta lagi 60 min. dagliga, meðan vaksin eiga at røra seg í minsta lagi 30 min.

Rørsla á ymiskan hátt mennir barnið. Bæði tá ið viðvíkur vøddar og styrki í liðum, men eisini viðvíkjandi javnvág, samskipan, samspæli o.s.fr.

Børn røra seg einamest við at spæla og, tað er eisini týdningarmikið, at rørsla í mestan mun kennist sum eitt spæl fyri barnið. Tað er týdningarmikið, at barnið kann hava tað stuttligt meðan tað rørir seg og, tí eru ymisk rørsluspøl væl hóskandi, í mun til at fáa børn at røra seg í gerandisdegnum.

At spæla ymisk spøl úti, er eisini eitt gott høvið hjá børnum og vaksnum at hava góðar felagsløtur eins og at menna samspælið.

Vit ynskja tí, at seta sjóneykuna á ymisk spøl, sum umframt at vera stuttlig at spæla, eisini viðføra, at børn og vaksin eru likamliga virkin.


Sí hugskot til spøl her



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300