PAS-ráðgeving fyri ættleiðingarfamiljur

Her stendur tær í boði at fáa betur skil á, hvat ið er vanligt hjá øllum, sum eru ættleitt, og hvat er serstsakt við tínum barni. Her fært tú hjálp til at skilja, hvat tínum barni tørvar fyri at gerast so sterkt og heilt sum gjørligt.

Nýggj skipan

Øllum ættleiðingarfamiljum stendur í boði at fáa ráðgeving upp til 20 tímar hjá einum PAS-ráðgeva. Tilboðið er galdandi fyri allar ættleiðingarfamiljur í Føroyum, sum hava børn yngri enn 18 ár.

Ráðgevingin verður boðin tær sum ættleiðingarforeldur. Vit bjóða ráðgeving í 20 tímar fyri hvørt ættleitt barn. Hevur tú ættleitt saman við maka, verður ráðgevingin boðin tykkum báðum. Ráðgevingin kann verða skift tykkara millum, tó ikki meir enn 20 tímar samantalt.

Ráðgevingin verður boðin bæði, tá ið tað snýr seg um ættleiðingar innanlands og altjóða, og kann nýtast, til barnið fyllir 18 ár. Føðiland barnsins og nær, tit hava fingið tað, hevur ongan týdning.

Bert hendingaferð verður meiri ráðgeving enn teir 20 tímarnar givin.

Ráðgevingartilgongdin

Tú setir teg í samband við Gigni tlf. 562300, at avtala tíð um ráðgeving.

Tá ið ráðgevingin er liðug (ella steðgur kemur í), fært tú eitt eftirmetingarblað, sum vit vóna, at tú svarar. Eftirmetingarnar eru 100% navnleysar og verða brúktar til at skjalfesta týdningin av skipanini og til at menna og bøta um PAS-skipanina.

Útskriva skjalið Send skjalið


 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300