"Tað ber til at trívast"
Gigni er nú fari undir eina nýggja spennandi verkætlan nevnd ”Tað ber til at trívast”.


”Tað ber til at trívast” er ein verkætlan, hvørs endamál er at fremja trivnaðin hjá skúlanæmingum. Verkætlanin byggir á fakliga ástøði viðvíkjandi Systemiskari Teori og Appreciative Inquiry, vanliga nevnt AI.
Verkætlanin er eitt Trivnaðarskeið, har endamálið er at læra børn og vaksin viðurkennandi samskifti.

Verkætlanin er eitt alternativt átak til allar 6. flokkar í Føroyum.


Verkætlanin verður raðfest soleiðis:
1. Tveir fundir við næmingar í 6. flokki í størru skúlunum í Føroyum. Ein uppfylgjandi fundur í 7., 8. og 9. flokki. Hetta inniber eisini ein foreldrafund, umframt fund við avvarðandi lærarar.
2. Eitt ”Tað ber til” tiltak til smærru skúlarnar.
3. Eitt ”Tað ber til” tiltak til flokkar við serligum trivnaðartrupulleikum.

Umframt hetta fáa næmingar í 6. flokki heilsusamrøðu og undirvísing, sum viðvíkir heilsu, har serligur dentur er lagdur á kynsbúning, kynslív, fyribyrging, kynssjúkur, alkohol og royking.

Átakið verður fyriskipað í samstarvi við avvarðandi heilsufrøðing og lærarar á ymisku skúlunum.


 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300