Frálæra til yrkislærd

PAS-frálæran leggur serligan dent á lívið hjá barninum á stovni og møguleikarnar fyri tilknýti. Dentur verður lagdur á viðurskifti og framtíðarútlit, sum tann professionelli vaksni skal savna seg um, tá ið hann hittir ættleidda barnið og foreldrini.

Vit bjóða stovnum, skúlum, kommunum, hægri stovnum o.ø. og fakfólki, sum kunnu fáa gagn av hesi vitan, ókeypis frálæru um viðurskifti, sum eru sermerkt í sambandi við ættleiðing.

Vilja tit hava PAS-frálæru, skulu tit seta tykkum í samband við Gigni tlf. 562300.

PAS-ráðgevar taka sær av frálæruni. Gev tær far um, at avtala um frálæru verður gjørd við Gigni og ikki beinleiðis við læraran.

Frálæran varir í fýra tímar, og hon er ókeypis. Tit skulu sjálv fáa høli við uppvørpu til vega. Foreldur hjá ættleiddum børnum á stovninum kunnu ikki fáa hesa frálæruna.

Frálæran er ætlað tveimum ymiskum bólkum. Annar málbólkurin fevnir um starvsfólk á stovnum og skúlum. Hin umfatar ráðgevandi starvsfólk, m.a. sálarfrøðingar, sosialráðgevar, stuðulspedagogar, talu-hoyripedagogar, sjúkrarøktarfrøðingar o.o.

Útskriva skjalið Send skjalið


 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300