Kravd PAS-ráðgeving, tá ið barn verður tikið heim

Kravda PAS-ráðgevingin hevur til endamáls at stuðla tí góðu ættleiðingartilgongdini við atliti at tí, ið er best fyri barnið. 

Kravda PAS-ráðgevingin verður eisini nevnd 4. stig, tí hon er framhald av kanningar- og góðkenningartilgongdini.

Kravda ráðgevingin er ókeypis, og eru tit par, sum ættleiða, skulu bæði foreldur vera til ráðgevingartímarnar.

Fyri heimtøkuna
Tá ið barnið er funnið til tín - og tú hevur játtað at taka ímóti - fært tú kravda ráðgeving í 3 tímar fyri heimtøkuna. Tú setir teg sjálvur í samband við ein av okkara PAS-ráðgevum og avtalar tíð til ráðgevingina. Tú finnur saman við ráðgevanum fram til, um ráðgevingin skal vera ein, tveir ella tríggjar tímar í senn. Ráðgevingin er í hølum ráðgevans.

Ráðgevingin skal, um til ber, vera seinastu tríggjar mánaðirnar undan heimkomuni.

Ikki ber til at flyta óbrúktar ráðgevingartímar undan heimtøkuni til eftir heimtøkuna.

Tørvar tær hjálp til at fáa greiði á, um tú skalt játta ella nokta, tá ið tú hevur fingið uppskot um eitt ávíst barn, vísa vit til barnalæknarnar hjá ættleiðingarnevndini /Adoptionsnævnet.

Les meir um samband við barnalæknarnar hjá Adoptionsnævnet
 
Eftir heimtøkuna
Teir tríggjar fyrstu mánaðirnar eftir, at barnið er komið til Danmarkar, fært tú 3 tímar aftrat í kravdari ráðgeving. Tú setir teg sjálvur í samband við ein av okkara ráðgevum og avtalar tíð. Tú finnur saman við ráðgevanum fram til, um ráðgevingin skal vera við einum, tveimum ella trimum tímum í senn.

Ráðgevingin kann vera heima hjá tykkum við fyriliti fyri barnið. Kortini ber eisini til at avtala, at ráðgevingin fer fram í hølum ráðgevans.

Ráðgevingin skal vera liðug innan fyri tríggjar mánaðir eftir heimtøkudagin. Óbrúktir tímar kunnu ikki brúkast eftir teir tríggjar mánaðirnar.

Tað ber ikki at flyta óbrúktar ráðgevingartímar fyri heimtøkuna til eftir heimtøkuna.

Hvat er ráðgevingin um?
Ráðgevingin bæði undan og eftir heimkomuna hevur støði í tonkum og kenslum hjá ættleiðingarforeldrunum um ættleiðingina og tað nýggja lívið sum ættleiðingarfamilja. Tað snýr seg um at geva barninum góðar og tryggar karmar longu frá fyrstu løtu, tit hittast. Tað er tí ikki treytað av, at trupulleikar hava stungið seg upp ella annað, sum hevur givið foreldrunum orsøk til at leita sær stuðul.

Útskriva skjalið Send skjalið


 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300