Gigni - í spennandi verkætlan í norður Jakarta
Gigni – heilsufrøði til børn & ung, hevur nú undirskiva samstarvsavtalu við Mercy Corps og mynduleikar í Jakarta

Í oktobur 2009 hevði Gigni vitjan av umboðum fyri  Mercy Corps, heilsustarvsfólkum og  politiskum mynduleikum úr norður Jakarta.

Hesi vóru kunnað um Gigni sum stovn, virkisøkið, skipan av tænastum, kjarnuøkir,  hvat ástøði er grunda á, háttløg , v.m.Umframt kunning,  hevði Gigni skipað fyri, at tey fingu høvi at síggja hvussu tær fyriskipanir/ tænastur Gigni veitir, eru skipaðar í praksis.
Tey vitjandi úr Jakarta vístu Gigni sera stóran áhuga.

Eftir hesa vitjan hevur Gigni fingið áheitan frá Mercy Corps og mynduleikum í Jakarta, um  at samstarva við tey,  at stovnseta  ein nýggjan stovn í norður Jakarta, sum verður  “ teirra Gigni”,  sum tey nevna tað.

Hetta er ein  sera  spennandi og mennandi avbjóðing fyri Gigni, og hevur Gigni  arbeitt víðari í  hesum samstarvi.
Samstarvsavtala er  skriva millum Gigni og Mercy Corps.

Verkætlanin verður fíggja av Mercy Corps og mynduleikum í Jakarta og er lýst at verða  tíðarskeiðið 1.februar 2010 og inntil 1.mei 2011.



1.stig í verkætlanini inniheldur m.a:

1.  At identifiserað neyðugar førleikar, sum eru fyritreyt hjá teimum starvsfólkum, sum skulu verða við í tilgongdini at stovnseta ein stovn sum ”Gigni” í Jakarta.

2.  At stovnseta eitt starvsfólkatoymi, sum skal leiða  Gigni”  í Jakarta.

3.  At menna grundleggjandi útbúgvingarmodulir fyri starvsfólkini.

4.  At grunda ástøði, lýsa fyriskipanir  og gera mannagongdir til tær tænastur/átøk, sum ”Gigni”  í Jakarta íverksetur.

5.  Í samstarv við Mercy Corps og landsins mynduleikar,  gera ætlan fyri raðfesting av tænastum/átøkum hjá ”Gigni” í í norður  Jakarta.

6.  At gera samstarvs og ávísingarskráir, sum skulu verða grundarlag fyri samskipan millum ”Gigni” og aðrar almennar og privatar  klinikkir í Jakarta.

Konsulentar  til  1. stig í hesi verkætlan eru Ingvør Justinussen og Bjørghild Djurhuus, heilsufrøðingar í Gigni.
Tær  fóru tann 7. mars til Jakarta og verða har í ein góðan mánað.



Savna verður  nú data, sum skal lýsa vitanarstøði,  hvussu heilsuveitanir til familjur og børn virka í dag og hvørjir førleikar eru til staðar, til tess at stovna eitt ”Gigni” í Jakarta.  Eftir hetta verður skriva  frágreiðing, við tilmælum um hvørjar tænasturnar skulla verða, hvørji og hvussu nógv starvsfólk skula setast, hvussu samskifti kann skipast millum teir nógvu almennu og privatu stovnarnar og  komandi ”Gigni ” í Jakarta”.

Umframt hetta ,  verður  ein skeiðsætlan gjørd , og  hvat innihaldið skal verða í hesum  skeiðum. Eftir at konsulentarnir frá Gigni, eru komnir aftur til Føroyar, fer Mercy Corps saman við fólki  í Jakarta at arbeiða víðari við verkætlanini. 

Gigni – Heilsufrøði til børn & ung, verður síðan ein áhaldandi ráðgevari og undirvísari til Gigni í Jakarta.



Eftir ætlan skal fyrsta Gigni í Jakarta,  verða  knýtt at Koja Hospitalinum  og fer nýggi stovnurin at opna  í heyst.

Koja býarparturin í Norður Jakarta er tann  fátækasti parturin í Jakarta. Størsta avbjóðingin higartil hevur verið at minka um deyðstíttleikan millum børn.  
Tað verður stórur dentur lagdur á at økja um talið av mammum, sum geva bróst , við  atlitið til vegleiðingina frá WHO. Umframt hetta verður dentur lagdur á at skapa fyritreytir sum fremja mentalu heilsuna hjá børnum, sum i stuttum er  sálarligur og sosialur  trivnaður.
Útskriva skjalið Send skjalið


 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300