Fyrireikandi skeið um ættleiðing

Søkir tú um ættleiðing fyrstu ferð, skalt tú á fyrireikandi skeið. Skeiðið er annar partur av kanningar- og góðkenningartilgongdini. 

Tilgongd og endamál
Endamálið við skeiðnum er at styrkja avgerðina hjá umsøkjarunum um ættleiðing, soleiðis at, tá ið skeiðið er av, kennir umsøkjarin seg betur føran fyri at meta um, hvussu skikkaður, hann er, at gerast ættleiðingarforeldur.

Skeiðið er skipað sum ein tilgongdarlagað og fer at skifta millum bólkakjak, framløgur, filmar, dømisøgur, uppgávur fyri pør og orðaskifti. Dentur verður lagdur á søguna hjá tí einstaka og krevur nógv av luttakarunum. Skeiðið verður til í einum samspæli millum tykkum, skeiðsleikararnar og hinar luttakararnar. Tað eru vatntøtt skodd millum 2. stig og 3. stig, sum merkir, at ongar upplýsingar um tykkara part av skeiðnum verða latnar ríkisumsitingini. Skeiðið endar ikki við einari roynd, men væntað verður, at luttakarar eru virknir í skeiðnum.

Hvørt skeið verður stýrt av einum kvinnuligum og einum mannligum skeiðsleiðara.

Skeiðið er eitt vistarskeið tvey vikuskifti og verður hildið tvær ymsastaðni í landinum. Tað ber ikki til at býta skeiðið sundur. Neyðugt er tí at vera við bæði tey ásettu vikuskiftini.

Innihaldið í skeiðinum er fyri ein part, at umsøkjarin fær kannað orsøkina til, at hann vil ættleiða, og síni evni sum foreldur, fyri ein part at kunna um serligu støðuna hjá ættleidda barninum, og hvat hon hevur við sær fyri tey komandi foreldrini.

Teir fyrstu skeiðsdagarnar verður dentur lagdur á teg sum komandi ættleiðingarforeldur – nú tú skalt taka hesa avgerðina. Vit fara at viðgera barnloysistrupulleikan, hugmyndina av biologiska barninum, samlívið og tær søgur, vit hava við okkum inn í foreldraskapin – søgur um, hvussu okkara egni uppvøkstur hevur verið – okkara søgu um tilknýti. Serliga støðan hjá støkum ættleiðarum og hvussu familjan við støkum foreldrum við ættleiddum børnum myndar seg.

Lívið sum ættleiðingarfamilja, biologisku foreldur barnsins og uppvakstrarkorini hjá barninum framman undan ættleiðingini verða viðgjørd gjølla.

Seinasta skeiðsdag verður hugt at, hvønn týdning tilknýti hevur fyri barnið, hvussu tykkara felags tilknýtissøga myndar seg, hvussu verður fyrstu ferð tit hittast og fyrstu tíðini eftir.

Tá ið skeiðið er av, skuldi tú verið betur førur fyri at skilt tey serligu korini hjá ættleidda barninum og ættleiðingarfamiljuni, og endaliga avgerðin um, hvørt tú vilt halda fram við ættleiðingartilgongdini, verður greiðari fyri teg.

Høvuðsevnini á skeiðnum

Tú sum komandi ættleiðingarforeldur:
Ávegis avgerðini at ættleiða
Barnloysi
Hugmyndin av tí biologiska barninum
Tín egni uppvøkstur og tilknýtissøga
Familjan við støkum foreldrum

Lívið sum ættleiðingarfamilja:
Barnsins biologisku/upprunaligu foreldur
Korini hjá barninum undan ættleiðingini
Tilknýtissøga barnsins
Fyrsta tíðin saman
Myndanin av felags tilknýtissøgu
Útskriva skjalið Send skjalið


 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300