Rørslutilráðingar




















At hoppa, spæla og rokast so nógv sum gjørligt fremur menning
Smábørn røra seg av sær sjálvum, bara møguleikarnir eru til tað. Hetta krevur, at vit vaksnu, tað verið seg foreldur, námsfrøðingar og onnur sum vara av børnunum í gerandisdegnum, skapa umstøður og geva barninum møguleikar til at gera tað, sum barnið nátúrliga tekur stig til – at røra seg! 

Danska Sundhedsstyrelsen kunngjørdi í januar í ár nýggjar tilráðingar í mun til rørslu hjá børnum í aldrinum 0-4 ár. 

Yvirskipað er tilráðingin tann, at vit skapa møguleikar til, at smábørn kunna røra seg so nógv sum møguligt.

Rørsla er so nógv, og tað týdningarmesta er, at endamálið er samvera og spæl. 

Minst til at hugsa um trygdina, tá ið barnið rørir seg.


Børn undir 1 ár
Tað er púra natúrligt fyri børn undir eitt ár at røra seg. Hetta styrkir eisini rørsluligu menningina hjá børnunum. Tey brúka kropp og rørslur at kanna umhvørvið og at fáa samband við onnur. Tey læra at kenna kroppin gjøgnum rørslu. Tískil er sera týdningarmikið at geva barninum møguleika at røra seg nógv í gerandisdegnum.


Tilráðingar
Lat barnið liggja á búkinum so ofta sum gjørligt, tá ið tað er vakið. Tá ið barnið liggur á búkinum, styrknar ryggur og armar, og sum frálíður megnar barnið at reisa seg upp við ørmunum, at rulla runt og at grulva.

Syrg fyri, at barnið sleppur at røra seg á ymiskan hátt gjøgnum dagin Tá ið barnið venur seg við nýggjar rørslur m.a. at rætta seg, at toga í og at skumpa undir, lærir tað kroppin at kenna.

Syrg fyri, at barnið sleppur at røra seg so frítt sum gjørligt. Lat ikki barnið sita í skrástóli, bilstóli og hástóli longri enn neyðugt. Rørsluliga menningin hjá barninum gongur betri og skjótari, tá ið tað sleppur at røra seg frítt.


Børn 1-4  ár
Tað er púra natúrligt fyri 1-4 ára gomul børn ikki at vera í frið. Hetta styrkir eisini rørsluligu menningina hjá børnunum. Tey brúka kropp og rørslur at kanna umhvørvið og at fáa samband við onnur. Tey læra at kenna kroppin gjøgnum rørslu. Tískil er sera týdningarmikið at geva barninum møguleika at røra seg nógv í gerandisdegnum.


Tilráðingar
Syrg fyri, at barnið sleppur at røra seg á ymiskan hátt gjøgnum dagin. Tá ið barnið lærir seg nýggjar og ymiskar hættir at røra seg, styrknar rørsluliga fimi hjá barninum. Barnið styrkist av at duga, og hetta økir um fyrtreytinar fyri, at barnið megnar samspæl og spæl við onnur børn.

Syrg fyri, at barnið sleppur at røra seg so frítt sum gjørligt Lat ikki barnið sita í borðstóli og slagvogni (klapvogni) longri enn neyðugt. Rørsluliga menningin hjá barninum gongur betri og skjótari, tá ið tað sleppur at røra seg frítt.

Avmarkað tíðina framman fyri skermi Tíðin framman fyri skermi kann ávirka trivnaðin hjá barninum tann skeiva vegin. Hóast barnið eisini hevur fyri neyðini at vera í frið viðhvørt, so er rørsla týdningarmikil gjøgnum dagin.


Leinkjur og hjáløgd skjøl:













  Tilráðingar 0-1 ár (228,7 KB)
  Tilráðingar 1-4 ár (291,6 KB)


 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300