Tilknýtið

 

Seinastu árini hevur verið meira og meira tosað um tilknýtið millum børn og foreldur. Orsøkin er, at tað vísir seg, at eitt trygt tilknýtið hevur sera stóran týdning fyri trivnaðin og menningina hjá øllum børnum - bæði ættleiddum og biologisk føddum børnum.

Hvussu tilknýtið til foreldrini er, ávirkar evnini hjá barninum víðari í lívinum at:

  • knýta seg til onnur
  • bera eina ábyrgd
  • hava álit á sær sjálvum og øðrum
  • læra innføling (empati) við øðrum menniskjum
  • "fornemma" hvat er rætt og skeivt
  • læra at handfara ósemjir og samstarva

Tá her verður skrivað tilknýtið, verður hugsað um tað band, sum verður uppbygt millum foreldur og børn, har barnið fær eina djúpa kenslu av at hoyra saman og kennir seg trygt.

Hjá øllum børnum, sum eru fødd ínn í sínar familjur og, sum fáa trygga og góða umsorgan sæst, at barnið er um 7-8 mánaðir gamalt, áðrenn eitt trygt tilknýtið er har. Tilknýtið byrjar longu í móðurlívi, har barnið hoyrir røddina og hjartarútmuna hjá mammuni. Tá barnið so er komið til verðina, er tað púra hjálparleyst og foreldrini taka tað til sín, geva umsorgan, avlesa tørvin hjá barninum og handla útfrá tí. Tey gera tað sum skal til fyri, at nøkta tann grundleggjandi tørvin hjá barninum, likamliga, sálarliga og sosialt. Hetta er grundarlagið fyri einum tryggum tilknýti og tilgongdin varir alt lívið.

Tá børn verða ættleidd, hava tey aðrar upplivingar tað fyrstu tíðina av lívinum. Øll børnini hava upplivað, at tey hava mist tey biologisku foreldrini. Nógv børn hava síðan búð á barnaheimi, har skiftandi umsorganarpersónar hava verið um tey. Gerandisdagurin á einum barnaheimi, við nógvum børnum og skiftandi starvsfólkum, er ikki tað umhvørvið, sum er fremjandi fyri tryggum tilknýti. Tað hendir seg eisini, at starvsfólkini gevast at arbeiða á barnaheiminum og soleiðis, kunnu fleiri av børnunum hava "mist" fleiri ferðir. Børnini hava tí ofta funnið sær mátar at arbeiða á barnaheiminum og soleiðis, kunnu fleiri av børnunum hava "mist" fleiri ferðir. Børnini hava tí ofta funnið sær mátar at yvirliva uppá, sum hava verið hentir í tí tilveru, tey hava havt á barnaheiminum. Tey hava uppbygt eitt forsvar, so tey ikki merkja hvussu hart tað er, at blíva svikin. Hetta ger, at nógv ættleidd børn ikki knýta seg til nakran vaksnan, men eru líka yvirfyri øllum. Teirra upplivingar og royndir eru, at tey vaksnu svíkja tey og blíva burtur.

Tá børnini fáa foreldur, uppliva tey enn eina ferð at missa alt. Hetta er útgansstøðið hjá familjum sum ættleiða. Tá børnini fáa familju skulu tey tí læra, at knýta seg til síni foreldur - fyrst og fremst.

Í byrjanini kann tað tykjast sera hart, at arbeiða við tilknýtinum, tí barnið hevur ringar royndir og upplivingar við hesum og hevur ikki álit á teimum vaksnu. foreldrini mugu vísa seg verd álitið, sum skal til fyri, at kunna knýta seg til tey. Tey mugu vísa, at tey altíð verða verandi - óansæð hvussu barnið hevur tað ella hvussu barnið uppførir seg. Og tað tekur tíð!

Sálarfrøðingurin Niels Peter Rygård sigur, at ein grov tummilfingurregla er, at tað tekur líka langa tíð, at upparbeiða eitt trygt tilknýtið, sum aldurin á barninum, tá tað kemur heim. Eisini sigur hann, at ein má rokna við, at tað tekur minst 1-2 ár. Hetta vil tó ikki siga, at barnið bert skal vera hjá foreldrunum og ikki hjá øðrum í 1-2 ár men, at tað er neyðugt í langa tíð, at hugs um, at tilknýtið enn kann vera sárbart og kevja øðrvísi mátar, at handfara støður á, enn vanligt er.

Tíbetur sær tað út til, at tey flestu ættleiddu børnini klára seg væl í okkara samfelagi. Tey trívast og hava tað gott. Tó gera tær royndir og upplivingar, ið tey hava við sær, at tey eru sárbar. Upplivingin av, at vera forlátin og skula yvirliva sjálv/ur er ser ræðandi. Henda kenslan setur seg ógvuliga djúpt hjá teimum ættleiddu børnunum.

Eftir, at børnin eru komin heim og hava fingið eina trygga og umsorganarfulla tilveru, minnast tey ikki longur, hvar ella hvat tey koma frá. Hjá okkum menniskjum er tað tó so, at kenslurnar gloyma ikki. Tað vil siga, at tá vit uppliva nakað, sum minnir um tað angistfulla sum var, so minnast kenslurnar og vit "reagera" aftur. Sorgin verður "reaktivera" og børnini "reagera" sum ein fylgja av sínum fyrrverandi royndum og upplivingum. Tað er tó iki altið so týðuligt, hvat tað er sum ger, at børnini "reagera". Tey kenna seg bara ótrygg og vísa ótryggleikan á ymiskan hátt. Nógv børn vísa hetta við at gerast ógvuliga óð og kedd um smáting. Tey kunnu fáa grátitúrar, sum vara leingi og avvísa troyst. Børnini kunnu gerast ókritisk í kontaktini og á tann hátt ikki vísa, at tit sum foreldur eru nakað serligt, framum onnur.

Fyri nógv kann tað síggja út, sum børnini bara vilja hava frið, men í slíkum førum hava ættleidd børn serliga brúk fyri, at foreldrini eru nær og vísa, at tey vilja barnið. Børnini ger hetta fyri, at straffa seg sjálvi og ikki fyri, at avvísa foreldrini. Hetta er hart, men sum foreldur hevur tað alstóran týdning, at tit eru nærverandi og vísa barninum, at tit vera hjá tí óansæð hvat. At kærleikin til barnið ikki er treytaður av, hvussu tað uppførir seg men, at kærleikin er treytaleysur. Vís barninum, at tit eru at lýta á og vilja ongantíð svíkja tað, ella fara frá tí. Ver tí allatíðina nær hjá barninum, tosa róliga og vís barninum, at tú skilir sorgina og, at tú altíð vil vera har.

Sum sagt, klára flestu ættleiddu børnini seg væl og trívast í okkara samfeagi, men, sum nevnt er longur uppi, so er tann fyrsta tíðin sárbar og krevur ofta ein serligan "innsats", so barnið kennir seg trygt. Hetta krevur, at foreldrini eru tolin og rúma barninum, í tí støðu  tað er í og hugsa um tað "viðførið" tey hava við sær.

Fleiri sálarfrøðingar hava skriva nógv um tilknýtið, t.d. John Bowlby, Daniel Stern, Niels Peter Rygård og Lars von der Lieth.

Les meira um tilknýtið á:

Danadopt - tilknytning

AC Børnehjælp - tilknytning

Chiquitines-friends - tilknytning

 

  Adopterte barn og tilknytning (288,2 KB)
Norskt temablað um ættleidd børn og tilknýtið
  Temanummer om tilknytning (1,6 MB)
Temablað frá Adoption og Samfund um ættleidd børn og tilknýtið
  Tilknytningsproblemer og tilknytningsforstyrrelser hos adoptivbørn (157,4 KB)
Grein skrivað av Niels Peter Rygård, sálarfrøðingi, ið hevur drúgvar arbeiðsroyndir við tilknýtið og ættleiddum børnum.


 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300