Hvat síggi eg? – tekin til kynsligan harðskap


















Í samband við kynsligan harðskap er týdningarmikið at leggja til merkis, at tað finnast ikki eintýðug tekin, ið vísa, at eitt barn hevur verið fyri kynsligum harðskapi. Barnið sigur hinvegin frá við sínum atburði, at tað mistrívist – og ein av orsøkunum til hetta kann vera kynsligur harðskapur. Tí er altíð týndingarmikið at reagera, um eitt barn broytir atburð, ella við sínum atburði vísir tekin til mistrivnað.

Hinvegin er tað ikki so lætt at gjøgnumskoða  eina atferð, sum bendir á, at barnið hevur verið útsett fyri kynsligum harðskapi eina ella fleiri ferðir. Børn eru ymisk, og vísa á ymiskan hátt, at tey ikki hava tað gott, men øll vilja tey vera merkt av tí, tey hava verið úti fyri.

Nøkur børn, ið hava verið úti fyri kynsligum harðskapi, siga tað beinleiðis við onkran vaksnan, ið tey hava álit á. Tað er sera týdningarmikið at trúgva tí, barnið sigur frá. Tó siga børnini tað ofta meira óbeinleiðis og á ein hátt, sum bert gevur onkrar smáar ábendingar um tað, barnið hevur verið úti fyri. Lat tann vaksna, sum barnið hevur best samband við og álit á, tosa við barnið, og spyrja opið til tað, ið barnið sigur. Tað er sera týdningarmikið ikki at tráspyrja og avhoyra barnið – hetta er uppgávan hjá løgregluni. Lat vera við at vísa títt egna órógv og ótta í spurningunum, tú spyr barnið. Royn og spyr so óávirkað og uttanveltað sum tilber.

Nógv børn velja tó ongantíð at siga nakað um ágangin, og tí er neyðugt at kenna tey tekin, ið ein eigur at reagera uppá.

Møgulig likamlig tekin og atburður:

Likamlig tekin:
Likamlig tekin kunna vera ein beinleiðis fylgja av kynsliga harðskapinum. Talan kann vera um roða, merkir, øsing ella bløðingar á húðini við kynsgøgn, munnin ella rumpuholið. Eisini kann talan vera um undirlívspínu og/ella eyðsýnt stigni, tá barnið skal pissa ella kukka.

Óvilja vatnlát ella opningur.
Barnið kann byrja at pissa ella kukka í buks, sjálvt um barnið frammanundan hevur lagt hetta av. 

Klædnastílur og kropsburður
Barnið kann royna at fjala útyvir kynsbúningina, við t.d. at lata seg í stór klæðir. Eisini kunnu tað verða børn/ung, ið lata seg serliga eggjandi í, ella børn, ið als ikki eru aldurssvarandi teirra klædnastíl. Barnið/tann ungi kennir andstygd mótvegis egnum likami, er órøktur o.s.fr.

Etingarólag
Barnið svøltar seg ella etur nógv, fyri síðani at spýggja matin uppaftur. (Anoreksi ella Bulimi). Barnið etur ov nógv og er hættisliga feitt.


Møgulig sálarlig tekin:

Psykosomatisk tekin:
Kunnu vera børn ella ung, ið hava ilt í búkinum ella høvdinum, uttan at orsøk kann staðfestast til hetta. Somuleiðis kann barnið ella tann ungi verða serliga støkkin ella hveppin, hava hábrøgd ella hava eina fjálturstungna framferð.

Ógrundaður grátur – angist – ótryggleiki
Eitt barn ella ungur, sum er fyri kynsligum harðskapi, er støðugt í einari sera kenslubornari og viðkvæmari støðu, serliga tá tað kennir, at tað ikki kann tosa við nakran um tilveruna og sínar upplivingar. Hetta kann føra til knappligan, og at síggja til ógrundaðan grát ella angist. Barnið kann t.d. knappliga gerast bangið fyri myrkri, serstøkum ljóðum og luktum ella t.d. bangi fyri at vera einsamalt.

Kensluloysið – undanførni – høpisloysið – tunglyndið
Barnið, sum er úti fyri kynsligum harðskapi, kann kenna maktarloysi. Barnið skilur kanska ikki, hvat tað er, sum tað verður útsett fyri. Barnið kann vera merkt av einari kenslu av dapurleika, ógleði og einsemi, sum kann menna seg til ein atburð, merktur av tunglyndi.

Manglandi sjálvsvirði – hjálparloysi – óvirkni
Eitt barn, sum hevur verið úti fyri kynsligum harðskapi, hevur ofta lyndið til at halda illa um seg sjálvan. Kenslan av sjálvvirði hjá barninum gerst verri, minkar ella hvørvur. Barnið missir álitið á seg sjálvan og egnar førleikar, og kann tí tykjast serliga hjálparleyst og óvirki.

Svøvnloysi – marrudreymur
Øll børn kunna til tíðir vera bangin fyri myrkri og uppliva nætur, har tey hava ringt við at sova og/ella hava marruna, men tað eigur at verða givið gætur, um eitt mynstur tekur seg upp, ella svøvnloysi og/ella marrudreymir koma fram, saman við øðrum teknum úr hesum yvirlitinum.

Møgulig sosial og atburðarlig tekin:

Broyting av atburði/atferð
Kennir tú barnsins normalu atferð frá fyrr av, og leggur merki til brádligar, eyðsýndar/týðiligar broytingar, eigur tú at reagera. Barnið kann hava ringt við at vera partur av einum bindandi og kenslubornum sambandi/samspæli við onnur. Somueliðis kann tað hava mist sítt forvitni og sítt álit á kringumstøðurnar. Legg serliga til merkis, at kynsligur harðskapur kann hava vart í mong ár. Tá er ikki altíð møguligt at síggja broytingar í atburðinum/atferðini hjá barninum.
 
Áfallandi virkin kynslig atferð
Eitt barn, ið hevur verið úti fyri kynsligum harðskapi, vísir hetta møguliga við at spæla sera framkomin kynsliga merkt spøl. Nøkur hava eina áfallandi kynsliga merkta atferð mótvegis vaksnum, har talan er um eina samanblanding av sambandi/umsorgan og kynslívi, tí at barnið, vegna kynsliga harðskapin, ikki hevur lært at skilja ella gera mun á hesum.

Stikni til at vera saman við ávísum persóni
Alt eftir aldri, menningarstigi og sambandi annars við ein møguligan skemmara, vil barnið kanska mótmæla móti, at vera saman við, ella einsamalt við einum ávísum persóni.

Stríðshugur – niðurbrótandi – ovurvirkni
Nøkur børn reagera mótvegis kynsliga harðskapinum við at gerast stríðshugaði/aggressiv móti øðrum børnum og vaksnum. Somuleiðis kann talan vera um óskiljandi illsinnisherðindi. Hetta kann føra til likamliga harðlig álop á onnur. Onnur børn reagera við einum ovurvirknum atburði, har tey eru merkt av at skifta virksemi við sera høgari og óstøðugari ferð.

Manglandi hugsavnan/bindindi
Fleiri av børnunum fáa/hava trupulleikar við hugsavnan/bindindi, innlæring og spæli.

Sjálvskaðandi atferð
Hjá størri børnum kann talan vera um sjálvmorðstankar ella aðra sjálvskaðandi atferð, har barnið t.d. skerir seg sjálvan (cutting), brennir seg sjálvan og líknandi.

Regrederandi atferð
Afturstig (regressión) merkir, at barnið gongur aftur í menningarstigi og brádliga fær eina atferð, sum tað annars var vaksið frá. T.d. kann talan vera um, at barnið byrjar aftur at pissa í song ella buks, kukka í buks, tosa við barnsligari rødd, fer í baklás í annars kendum støðum o.s.fr.

Áhaldandi/støðug tøgn
Loyndarmál og hóttanir um revsi- ella hevndaratgerð um harðskapurin verður avdúkaður, kann vera ein stór byrða hjá einstaka barninum. At avdúka kynsliga harðskapin kann tí tykjast meira ræðandi fyri barnið, enn sjálvur ágangurin. Hetta kann føra til, at barnið avbyrgir seg og tigir um tað, sum er farið fram.

(Kelda: Vores ansvar og SISO)
Ingvør Justinussen, Gigni


 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300