Fyribyrg vøggudeyða

 

Danska Sundhedsstyrelsen hevur júst endurnýggja vegleiðingarnar í samband við fyribyrging av vøggudeyða. Í hesum sambandið hevur Sundhedsstyrelsen givið tveir nýggjar faldarar út, ein til foreldur og ein til heilsustarvsfólk.

Gigni ynskir tí eisini at minna á einklu vegleiðingarnar sum eru:

  • Legg altíð pinkubarnið á ryggin at sova
  • Royk ikki í viðgongutíðini og útset ikki barnið fyri tubbaksroyk eftir føðing
  • Ansað eftir, at barnið ikki gerst ov heitt, meðan tað svevur

Umframt hetta verður somuleiðis mint á at:

  • Barnið skal liggja so nógv sum møguligt á búkinum, tá barnið er vakið

Síðan 1991, tá Sundhedsstyrelsen á fyrsta sinni kom við vegleiðingum fyri at fyribyrgja vøggudeyða, er talið á børnum sum doyggja knappliga fyrsta liviárið, minka munandi í Danmark. Áðrenn 1991 doyðu umleið 120 børn árliga av vøggudeyða, meðan talið tey seinastu árini hevur ligið millum 4 og 13 børn.

 Í Heilsulýsingini frá Landslæknanum fyri 2010 verður sagt, at: "I perioden 1960 – 1991 var antal dødsfald på grund af vuggedød (SIDS) i alt 14, dvs. i gennemsnit ét dødsfald hvert andet år, medens der de sidste 19 år kun har været to dødsfald af denne art tilsammen." (Kelda: Sundhedsberetning for Færøerne 2010, www. Landslaeknin.fo)

Sostatt sæst, at einklu vegleiðingarnar frá Sundhedsstyrelsen, sum Gigni eisini hevur valt at fylgja, hava havt stóran týdning fyri talið á børnum sum doyggja av vøggudeyða.

 

Legg altíð pinkubarnið á ryggin at sova

Sova á rygginum

Tá barnið verður lagt at sova, skal barnið altíð leggjast á ryggin.

Ansað eftir at høvdið hjá barninum vendir aðruhvørja ferð til høgru og vinstru tá barnið verður lagt at sova. Tað er týdningarmikið, at høvdið ikki vendir til somu síðu hvørja ferð, fyri at fyribyrgja at skallin gerst skeivur.

Tá barnið gerst so búgvið, at tað sjálvt vendir sær í svøvni, er tað í lagi, at barnið svevur so sum tað vil.

 

Lat barnið sova á tryggum stað

Barnið skal sova í sínari egnu song, inni í kamarinum hjá foreldrunum og ikki í songini saman við foreldrunum.

Botnurin í songini skal vera fastur og madrassan hjá barninum skal ikki vera ov bleyt, umframt at hon skal koma heilt út til kantin á songini. Sera týdningarmikið er eisini, at frástøðan millum rimarnar í vøgguni ella barnasongini ikki er størri enn 7 cm. (DVN merkið)

Dýnan hjá barninum skal vera einn løtt babydýna, sum passar til støddina á songini. Barnið skal kunna sparka dýnuna av sær og skal ikki kunna vevja seg inn í dýnuna.

Ongin koddi, teppi, bamsa, leys toyblæa ella líknandi skal vera í songini hjá barninum.

Um foreldur allíkavæl velja at hava barnið í teirra song  og sova saman við barninum, so er týdningarmikið, at barnið hevur líka nógv pláss at liggja á, sum um barnið svav í egnari song.

Barnið eigur ikki at liggja millum foreldrini, men millum ein av foreldrunum og t.d. songina hjá barninum. Ansað væl eftir, at barnið ikki kann detta millum sengurnar.

Barnið skal sova við síni egnu dýnu, og ikki undir einari vaksnamannadýnu.

Barnið eigur ikki at sova í somu song sum foreldrini, um foreldur:

  • Eru sera troytt
  • Eru sjúk
  • Roykja
  • Hava drukkið rúsdrekka ella tikið annað sløvandi evnið ella heilivág
  • Viga ov nógv

 

Royk ikki í viðgongutíðini og útset ikki barnið fyri tubbaksroyk eftir føðing

Vandin fyri vøggudeyða økist 2-4 ferðir um barnið verður útsett fyri tubbaksroyki í viðgongutíðini og eftir føðing, samanlíkna við barn, sum ikki verður útsett fyri tubbaksroyk.

Roykir tú, leita tær so ráð og hjálp frá kommunulæknanum, ljósmóðurini ella heilsufrøðinginum.

Sov ikki í somu song sum barnið um tú ert roykjari.

 

Ansað eftir, at barnið ikki gerst ov heitt, meðan tað svevur

Kanningar hava víst, at vandin fyri vøggudeyða økist, um barnið gerst ov heitt, meðan tað svevur.

Rúmið, har barnið svevur, skal tí ikki vera heitari enn 18-20 gradir.

Tað er týdningarmikið at læra seg, hvussu ein kann halda eyga við, um barnið er ov kalt ella ov heitt. Bæði tá barnið svevur inni og tá barnið t.d. verður lagt út í barnavognin at sova.

 

Hvussu kanst tú vita um barnið er ov heitt ella ov kalt?

Um tú følir við hondini um nakkan ella frammanfyri á bróstinum hjá barninum, beint undir klæðunum, ber til at vita, um barnið er ov heitt ella ov kalt.

Um húðin følist ordiliga heit og møguliga sveittut, er barnið ov heitt. Tá er týdningarmikið at minka um hitan við t.d., at taka dýnuna av, lata barnið úr, ella minka um hitan í rúminum. Um tú koyrir vindeyga upp, ansa so eftir, at barnið ikki liggur í trekki.

Um húðin hinvegin kennist køld, skal barnið latast betri í og møguliga ballast betri.

Hevur barnið fepur, skal serliga væl ansast eftir, at barnið ikki er ov heitt. Lat barnið sova við einum tunnum laki í staðin fyri dýnu og lat ikki barnið ov væl í.

Les eisini: Lítla barnið og summarhitin og Smærri børn og kuldi

 

Legg barnið á búkin – tá tað er vakið!

Motorikkur - liggja á búkinum 6/4

Samstundis sum vegleiðingin um at leggja barnið á ryggin at sova, hevur minkað munandi um talið á børnum sum doyggja av vøggudeyða, sæst ein munandi øking á børnum, ið verða ávíst til læknan vegna skeivan skalla (plagiocephali).

Hjá pinkubarninum er skallin sera bleytur, og tí kann hann skifta skap, um trýstið eitt ávíst stað gerst ov nógv ella ov áhaldandi. Um barnið tí liggur meira á einari síðu enn hinari, kann tað viðføra, at skallin broytir skap og høvdið gerst skeivt. Eisini síggjast fleiri børn við flatum nakka, tí tey liggja so nógv á rygginum.

Hóast hetta, so verður hildið fast við vegleiðingina um, at barnið skal sova á rygginum.

Tað hevur tí stóran týdning, at foreldur og onnur ið eru um pinkubarnið, eru varug við, at barnið ikki vendir høvdinum til somu síðu, hvørja ferð tað verður lagt at sova. Somuleiðis, tá ein hevur barnið, gevur bróst o.s.fr. Ein góð vegleiðing er, at ansað eftir, at barnið liggur aðruhvørja ferð til høgru ella vinstru við høvdinum og t.d., at skifta síðu oftani.

Fyri at avlasta áhaldandi trýstið á nakkan hjá barninum, tá barnið svevur á rygginum, er týdningarmikið, at barnið liggur sum mest á búkinum, tá barnið er vakið. At liggja á búkinum hevur somuleiðis stóran týdning fyri motorisku menningina hjá barninum.

Ven tí barnið við at liggja á búkinum frá byrjan av, tá barnið ikki svevur. Legg t.d. altíð barnið á búkin í samband við blæuskift og annars tá barnið liggur sjálvt.

Les eisini: Spæla á búkinum – sova á rygginum

Um skallin hjá barninum longu er byrjaður at gerast skeivur, leita tær so ráð og vegleiðing frá heilsufrøðinginum og/ella læknanum. 

(Ingvør Justinussen, Gigni)

  Fyribyrg vøggudeyða - til foreldur (1,7 MB)
  Fyribyrg vøggudeyða - til heilsustarvsfólk (1,8 MB)


 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300