Matur til skúlabarnið


Hví er tað umráðandi, at skúlabørn eta góðan mat?

“Tú gleðir teg nakað nógv at fara í skúla ha?” er ein spurningur, sum barnið ofta fær, tá skúlabyrjanin nærkast. Og jú - víst er tað sera spennandi, men nógv børn hava eisini eitt sindur av summarfuglum í búkinum, tí hóast tey gleða seg og eru spent, so er skúlabyrjanin eisini eitt stórt umskifti hjá barninum. Eitt umskifti, sum setur stór krøv til barnið, tí hvussu barnið megnar fyrstu skúladagarnar og skúlatíðina sum heild, hevur stóra ávirkan á, hvussu barnið fer at uppliva skúlagongdina. 

Trivnaður og menning hevur sera stóran týdning fyri innlæringina hjá barninum og júst í mun til hetta, er maturin, barnið etur, sera týdningarmikil. Góður matur er ein av fyritreytunum fyri, at barnið fær eina góða skúlabyrjan og skúlagongd, umframt at barnið lærir nakað, meðan tað gongur í skúla. 

Tá ein er svangur, gerst ein ofta illa hýrdur, irritabul, hevur ringt við at hugsavna seg, kann fáa høvuðpínu, vaml o.a. Eitt barn, sum er svangt, hevur tað tí ikki gott og tí ávirkar svongdin sera nógv trivnaðin hjá barninum. Svanga barnið kemur oftari í ósemjustøður, hevur ringt við at hugsavna seg um tað, sum fyriferst í flokkinum, og hevur ringt við at læra. Tí hevur tað sera stóran týdning fyri barnið, at tað ikki er svangt gjøgnum dagin.

Júst í mun til hetta, kunnu foreldur eisini verða við til, at geva barninum umsorgan og góðar fyritreytir fyri góðari og læruríkari skúlagongd.



Skúladagurin byrjar við morgunmatinum

Tað, sum barnið etur til morgunmat, kann avgera, hvussu skúladagurin hjá barninum verður.

Um morgunmaturin er hvítt breyð ella annað, sum inniheldur nógv sukur, men ikki er trevjumikið, so fær tað blóðsukrið skjótt upp í topp, men bert í stutta tíð. Sostatt gerst barnið skjótt svangt aftur og hýrurin fer í botn, barnið gerst illa fyri o.s.fr. Um morgunmaturin hinvegin er trevjumikil og heilsugóður matur, gongur nógv longri tíð, til barnið gerst svangt aftur, og hetta ávirkar hervið skúladagin og innlæringina jaliga. Tað er tí týdningarmikið, at morgunin verður skipaður soleiðis, at tíð er til at eta morgunmat, eins og at morgunin ikki er ein strongd løta, men ein góð byrjan til dagin.

Tá barnið vaknar um morgunin, kann blóðsukrið í summum førum verða so lágt, at barnið hevur vaml og ongan matarlyst. Eitt glas av mjólk ella juice kann tá fáa blóðsukrið so mikið upp, at barnið eftir eina løtu fær lyst at eta. 

Um barnið ikki hevur matarlyst um morgunin, syrg so altíð fyri, at barnið drekkur eitt sindur av mjólk ella juice, og gev so barninum t.d. eina breyðflís ella okkurt annað í hondina, ella við í matpakkan, sum barnið kann eta á veg í skúla, ella eftir eina løtu í skúlanum.



Ein góður matpakki bjargar restina av skúladegnum

Tá skúlabarnið gerst svangt aftur, er tað týdningarmikið, at barnið hevur møguleika fyri, at fáa sær okkurt gott at eta. Hetta fyri, at barnið kann varðveita tann góða hýrin, og eisini restina av skúladegnum, kann hava fyritreytir fyri góðari innlæring, eins og góðum trivnaði. Tí er sera týdningarmikið, at matpakkin umfatar heilsugóðan og trevjumiklan mat. Eisini er tað týdningarmikið, at matpakkin ikki bert umfatar mat, sum barnið skal eta í matarsteðginum, men eisini annað, t.d. frukt, grønt, eyka grovbolla, breyð ella grov knekkbreyð, sum barnið kann eta sum millummáltíð, t.d. í einum fríkorterið, tá barnið byrjar at kenna seg svangt aftur. 

Hjá flestu børnunum er ov langt millum morgunmatin og matarsteðgin, hóast ein góðan morgunmat, og tí hava flestu børnini brúk fyri einari lítlari millummáltíð fyrrapartin.

Fyri at maturin skal gagnast barninum væl, og fyri at barnið skal hava hug at eta matin, er umráðandi, at maturin sær innbjóðandi út, eins og at tað verður givið umstøður, tíð og rúmd fyri, at barnið kann eta heilsugóðan mat og sostatt hava fyritreytir fyri góðum trivnaði, eins og góðari innlæring. 

Verið ikki ov ambitiøs í mun til matpakkan, men takið útgangsstøði í tí mati, sum barnið vanliga dámar væl, og hvat er heilsugott fyri barnið. 

Tørvar tær ráð og vegleiðing, ert tú vælkomin at venda tær til heilsufrøðingin á skúlanum, har barnið gongur, ella at venda tær beinleiðis til Gigni.


Les meira her:

Alt om kost – børn og unge
Alt om kost – anbefalinger til sund skolemad
Madklassen.dk


 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300