Hvussu hevur tú tað?

- um barnsburðartunglyndið

 

Tunglyndi í samband við barnsburð, kann vísa seg á ymiskan hátt. Tekin til barnsburðartunglyndi kann t.d. vera eitt ella fleiri av hesum eyðkennum:

Kjarnueyðkenni:

  • Ógleði
  • Niðursettur hugur
  • Niðursett orka
  • Møði

Fylgieyðkenni:

  • Kensla av vónloysi
  • Kensla av maktarsloysi
  • Manglandi orku til at taka sær av barninum
  • Manglandi gleði
  • Skuldarkensla

Nær byrjar barnsburðartunglyndi?

Tekin til barnsburðartunglyndi kunnu vísa seg í viðgongutíðini, aftaná føðing og fyrsta liviárið hjá barninum.

Hvussu nógv fáa barnsburðartunglyndið?

Meira enn helvtin av øllum mammum kunnu aftaná ein barnsburð kenna seg keddar, óglaðar, at hava innara ófrið, og til tíðir eisini kenna beinleiðis angist. Hendan kenslan kann vara alt frá nøkrum tímum til nakrar fáar dagar, og er sostatt rættiliga vanlig og ein normal reaktión hjá einari nýggjari mammu.

Umframt hesa kensluna vísa kanningar, at umleið 10% av øllum mammum fáa barnsburðartunglyndi í samband við, at tær fáa eitt barn. Eitt sum eyðkennir hesar mammur er, at tær ofta líða í stilli og uttan at gera so nógv um seg. Hetta ger, at barnsburðartunglyndi ikki altíð verður so sjónligt, og mammurnar fáa tí ofta ikki ta hjálp, sum teimum tørva.

Pápin og møguliga onnur avvarðandi, sum eru nær við mammuna, hava ofta ringt við at skilja hvat tað er, sum hendir við mammuni. Tí er sera týdningarmikið, at tað ikki bert er mamman sum fær hjálp, men eisini pápin og tey sum møguliga eru nær hjá mammuni. Hetta fyri, at tey hava fortreytir fyri, at skilja støðuna hjá mammuni, eins og møguleika fyri, at stuðla mammuni á rættan hjátt.

Fáa mannfólk eisini barnsburðartunglyndi?

Ja, mannfólk kunnu eisini fáa tunglyndi í samband við, at teir gerast pápar. Hetta kann vera alt frá kensluni av ógleði til rættiligt tunglyndi. Tað er vert at hugsa um, at barnsburðartunglyndi hjá manninum ikki altíð vísir seg á sama hátt sum hjá kvinnuni.

Tú kanst lesa meira um mannfólk og barnsburðartunglyndi á :

Mænd kan også få fødselsdepression

Gaia-instituttet

Sundmand

European - Fatherhood

Hvussu við ættleiðingarforeldrum?

Ættleiðingarforeldur eru í líka stórum vanda fyri, at fáa barnsburðartunglyndi, sum onnur biologisk foreldur.

At fáa barnsburðartunglyndi, er ikki treytað av, at ein er við barn, men er tengt at tí sálarliga sum hendur í samband við, at ein fer at gerast og/ella er vorðin foreldur.

Hvussu ávirkar tunglyndi barnið og samband millum barn og foreldur?

Beint eftir at eitt barn er komið til verðina, byrjar menningin av móður/foreldra - barn sambandinum. Menningin av hesum sambandið er sera týdningarmikil fyri framtíðarmenningina hjá barninum og hevur ein stóran leiklut í mun til menningina av persónsmenskuni hjá barninum, eins og kognitivu, rørsluligu og sálarligu menningina.

Sálarliga støðan hjá mammuni er sera týdningarmikil í hesum sambandi. Støðan hjá mammuni og hvussu mamman er ment til at møta barninum og teknunum frá barninum, ávirkar sera nógv støðuna og menningina hjá barninum, eins og menningina av móður-barn sambandinum.

Tá mamman ikki er nærverandi, kennir seg kedda og óglaða, ávirkar hetta støðuna og menningina hjá barninum. Umframt hetta, so ávirkar støðan eisini stemningin í familjuni og heiminum, eins og samskiftið og samspælið millum mammu og barn og familjuna sum heild.

 

Hví fáa nøkur barnsburðartunglyndið?

Tað er ikki staðfest ein serstøk orsøk til, at nakrar mammur og/ella pápar fáa tunglyndið.

Frágreiðingin til at nøkur fáa tunglyndið kann t.d. finnast í:

  • Arvaligum viðurskiftum
  • Hormonellum viðurskiftum
  • Sálarfrøðiligum viðurskiftum
  • Sosialum viðurskiftum

Fleiri balastningar um somu tíð økja vandan fyri at fáa tunglyndið.

At fáa eitt barn er ein nýggj støða fyri øll foreldur, sum til tíðir kann kennast meira ella minni avbjóðandi.

 

Hvussu leingi varir barnsburðartunglyndið?

Tað er týdningarmikið at leggja sær í geyma, at tað ber til at gera nakað við barnsburðartunglyndið, og at barnsburðartunglyndið gongur yvir. Tað er tó stórur munur á, hjá tí einkulta, hvussu long tíð gongur til barnsburðartunglyndið ikki er meira. Hetta er sera nógv tengt at, hvussu ringt tunglyndið er og hvørja hjálp tú fært.

 

Hvat kann gerast?

  • Verð opin um hvussu tú hevur tað og hvussu støðan hjá tær er, mótvegis tínum nærmastu og teimum tú hevur álit á
  • Tosa við heilsufrøðingin og/ella kommunulæknan. Um tað er í viðgongutíðini ber til at biðja um vitjan frá Gigni, umframt at tosa við ljósmóðurina
  • Tosa við familju og vinfólk
  • Lat pápan hava og vera um barnið so nógv sum møguligt
  • Fá onkran at hjálpa við tí húsliga
  • Far út og fá fríska luft hvønn dag. Far t.d. ein gongutúr dagliga
  • Ver saman við øðrum menniskjum. Far út millum fólk í staðin fyri at halda teg heima og fyri teg sjálva
  • Kom í mammu/foreldrabólk

 

Hvat ger heilsufrøðingurin?

Tað ber altíð til at tosa við heilsufrøðingin um hvussu tú hevur tað og hvussu tú upplivir støðuna. Hetta kanst tú gera tá heilsufrøðingurin kemur at vitja teg/tykkum og barnið, men tað ber eisini altíð til, at seta seg í samband við Gigni umframt tín egna heilsufrøðing, um tú hevur tørv á einari eyka samrøðu og/ella vitjan, eisini um hetta er áðrenn barnsburð, ella tá barnið er vorðið eldri enn 1 ár.

Umframt hetta, so fer heilsufrøðingurin, tá barnið er umleið 2 mðr vikur gamalt, at bjóða tær at útfylla eitt spurnarblað, sum kann vera við til at vísa, um tú hevur ella hevur tekin til barnsburðartunglyndið. Tú verður biðin um at svara spurnarblaðnum, meðan heilsufrøðingurin er og vitjar, og hevur sostatt møguleika fyri, at spyrja og tosa við heilsufrøðingin samstundis.

Um spurnarblaðið og samrøðan annars vísir tekin til, at tú hevur tunglyndið, vil heilsufrøðingurin hjálpa tær og upplýsa teg um, hvar og hvussu tú kanst fáa hjálp.

 

Um tú ikki sjálv megnar at seta teg í samband við heilsufrøðingin, fá so makan ella onkran annan at hjálpa tær!

 

Tú kanst lesa meira um barnsburðartunglyndið á:

www.gaia-instituttet.dk

www.videbech.com

 

(Ingvør Justinussen og Elsa Vest, heilsufrøðingur) 



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300