Fyribyrging (prævention)

 

Tað finnast í dag nógv ymisk sløg av fyribyrging (præventión) á marknaðinum, og tí kann tað til tíðir vera ringt at velja, hvør fyibyrging er tann rætta fyri tann einstaka.Tað er týdningarmikið, áðrenn ein velur slag av fyribyrging, at seta seg inn í, hvørji sløg av fyribyrging finnast, hvussu tey skulu nýtast og hvussu trygg tey eru. Hvat slag av fyribyrging ein velur, er ofta sera nógv tengt at, hvørji støðu ein er í og hvat hóskar best til tín. Um tú ivast, er gott at søkja tær ráð og vegleiðing hjá t.d. heilsufrøðinginum, læknanum ella starvsfólkunum á Apotekinum.

Ert tú millum 15 og 18 ár og ynskir fyribyrging, hevur tú loyvið til, at tosa við tín lækna um hetta, uttanum foreldrini. 

Lógin sigur, at tú skalt vera minst 15 ár fyri at hava kynsligt samband.

MINST TIL:

Tað er bara HÌTIN sum verjir bæði drong og gentu móti kynssjúkum, umframt at verja gentuna, so hon ikki gerst við barn!

Hítir
Eitt avlangt hylki úr ógvuliga tunnum gummi, sum verður rulla uppá standandi murtin áðrenn samlegu og, sum verður fyribeint eftir samlegu. Heldur aftur sáðkyknunum, so tær ikki sleppa framat lívmóðirini og harvið egginum. Hítin er einasta fyribyrging, sum verjir báðar partar móti seksuelt bornum sjúkum, sum eitt nú Klamydia og HIV/AIDS. Fyri at hítin kann vera so trygg sum møguligt, so er týdningarmikið at hon verður nýtt á rættan hátt. Hítir kunna keypast á Apotekinum og flest øllum handlum, kioskum o.s.fr.

TRYGD: Upp til 97% um hítin verður nýtt á rættan hátt.

P-bollar
Tablettir, sum innihalda hormonini østrogen og gestagen. Skulu takast í 21 dagar, síðan 7 daga steðgur. Hindra eggloysn við at steingja fyri teimum kynshormonum, sum leysgeva egg. P-bollar ávirka slímhinnuna í lívmóðirini soleiðis, at møguliga gitin egg ikki kunnu festa og menna seg. Harafturat ávirkast slímið í lívmóðirhálsinum, so hon gerst trek og ógjørlig hjá sáðkyknum at treingja ígjøgnum.

TRYGD: Næstan 100% um p-bollarnir verða tiknir regluliga

Mini p-bollar
Tablettir, sum bara innihalda hormonið gestagen. Takast hvønn dag somu klokkutíð. Onkur sløg av mini p-bollum steðga, eins og p-bollin, eggloysnini. Hjá nógvum kvinnum ávirkast slímhinna í lívmóðirini á sama hátt, sum av p-bollum soleiðis, at møguliga gitin egg ikki kunnu festa seg og mennast. Gera slímhinnuna treka og ógjørliga hjá sáðkyknum at treingja ígjøgnum. Finnast eisini í eini hádosis útgávu, sum virka næstan sum p-bollar. Hesir mini-bollar, skulu, eins og p-bollar, takast hvønn dag.

TRYGD: Uml.: 98% um mini p-bollarnir verða tiknir hvønn dag, sama klokkutíma.

P-ringurin
Ein bleytur, liðiligur plastringur (5,4 cm í tvørmáti), sum, eins og p-bollin, inniheldur hormonini østrogen og gestagen, men í smærri mongdum. P-ringin skal gentan sjálv seta upp á pláss í móðirskeiðini, har hann skal sita í 21 dagar. Síðan verður hann tikin úr og fyribeindur. Í sjey dagar verður steðgur, áðrenn ein nýggjur P-ringur verður settur upp.
Ringurin gevur frá sær lítla mongd av kvinnuligum hormonum, sum seyra inn í blóðræsirnar gjøgnum skeiðsveggin, og hava sama virknað sum p-bollar.

TRYGD: Næstan 100%, um rætt verður atborið

P-plástur
Eitt tunt plástur, sum verður sett á húðina og inniheldur hormonini østrogen og gestagen, eins og p-bollar. Verður sitandi á húðini eina viku í senn, síðan burtubeint. Eftir 21 dagar verður hildin steðgur í sjey dagar. Gevur frá sær lítlan skamt av kvinnuligum hormonum, sum seyra inn í blóðrásina gjøgnum húðina og virka eins og p-bollin.

TRYGD: Næstan 100%, um rætt verður atborið

P-stavur
Ein klænur stavur (4 cm til longdar og 2 cm í tvørmáti), sum inniheldur hormonið gestagen. Verður av lækna lagt undir húðina, á innari síðuni á yvirarminum. Er virkin í trý ár. Gevur spakuliga frá sær eitt sindur av kvinnuliga hormoninum gestagen, sum fer í blóðið og hindrar eggloysn. Harumframt ger tað slímhinnuna treka og ógjørliga hjá sáðkyknum at treingja ígjøgnum.

TRYGD: Næstan 100%

Snyril (spiral)
Lítil plastikklutur, sum verður settur upp í lívmóðirina av lækna. Tað eru fleiri snið á marknaðinum. Koparsnyrilin/spiralurin er umvundin við kopari, og kann verða sitandi í 5-8 ár. Hormonsnyrilin/spiralurin er virkin í 5 ár, og er gjørdur við plasthylki, sum letur frá sær hormonið gestagen í lívmóðirini. Bæði sløgini skulu takast úr hjá lækna.

Koparsnyrilin (koparspiralurin):

Ávirkar umhvørvið við lívmóðirhálsin, soleiðis at sáðkyknur illa fáa flutt seg, umframt at lívmóðirveggurin ikki letur møguliga gitin egg seta seg fast.

TRYGD: Umleið 98%

Hormonsnyrilin (hormonspiralurin):

Gevur spakuliga frá sær eitt sindur av kvinnuliga hormoninum gestagen, sum m.a. ávirkar slímið í lívmóðirhálsinum.

TRYGD: Omanfyri 99%

Pessar
Gummihetta við bleytum, fjaðrandi ringi um rondina. Finst í ymsum støddum. Læknin tekur mát, og gentan setur sjálv pessarin upp í móðirskeiðina innan samlegu. Skal verða sitandi 6-8 tímar eftir síðstu samlegu. Letur aftur fyri lívmóðirmunnan soleiðis, at sáðkyknur ikki finna veg upp í lívmóðirina. Skal brúkast saman við sáðdrepandi kremi.

TRYGD: Upp til 97% um rætt verður atborið, saman við sáðdrepandi kremi.

Femidom
Kremviðgjørt gummihylki við tveimum ringum (ein uttari og ein innari) í hvør sínum enda, sum verður sett upp í skeiðina. Verður sett upp áðrenn samlegu og fyribeint aftaná. Innari ringurin hjálpir til at seta femidomið rætt, og hindrar sáðkyknunum at sleppa upp í lívmóðirina. Uttari ringurin, sum er opni endin av hylkinum, verður verandi uttanfyri skeiðina.

TRYGD: Upp til 97% um femidomið verður brúkt rætt við hvørja samlegu. Kann nýtast saman við sáðdrepandi kremi

P-sproyta
Innspræning við hormoninum gestagen. Verður gjørt av lækna uml. 3. hvønn mánaða. Hindrar eggloysn við at steðga kynshormoninum, sum loysir eggið. Ávirkar slímhinnuna soleiðis, at møguliga gitið egg ikki kann festa seg og mennast. Ger slímhinnuna treka og ógjørliga hjá sáðkyknum at treingja ígjøgnum.

TRYGD: Næstan 100%

Neyðfyribyrgjan/Angribollin
Tablettin/tablettirnar kunna útseta eina eggloysn, umframt at tær hindra egginum í, at seta seg fast í slímhinnuna í lívmóðirini. Verður brúkt fyri ikki at gerast við barn eftir óvarda samlegu. Neyðfyribyrging fæst í handkeypi á Apotekinum.

Tablettin/tablettinar skulu helst takast innan 24 tímar og seinast 72 tímar eftir samlegu. Virkningurin fellur skjótt, soleiðis at um tablettin/tablettirnar vera tiknar:

  • innan 24 tímar er trygdin umleið 95%
  • millum 24 - 48 tímar er trygdin umleið 85%
  • millum 48 - 72 tímar er trygdin bert umleið 58%

Neyðfyribyrging eigur ONGANTÌÐ at verða nýtt í staðin fyri vanliga fyribyrging!!

 

Keldur:

Apoteksverk Føroya: www.apotek.fo

Præventionsguide: www.praeventionsguide.dk

 

 

  Din præventionsguide (2,4 MB)
er ein vegleiðing til tín um fyribyrging og kynssjúkur.


 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300