Ættleidda barnið í ansing

Hjá flestu familjum við ættleiddum børnum kemur tann dagurin, tá barnið skal út at ansast, annaðhvørt á stovni ella í dagrøkt. Hetta er ein stór broyting bæði fyri foreldur og børn.

Fyri nøkur ættleidd børn kann stovnurin minna tey aftur á barnaheimið, sum tey búðu á. Nøkur kunnu verða bangin fyri, at tey nú eru avleveraði aftur, onnur kunnu “falla til” beinanvegin, tí tað virkar kent. Fleiri av teimum ættleiddu børnunum eru bangin fyri, at foreldrini ikki koma aftur. Hjá øllum er hetta eitt nýtt stað at vera – og ein nýggj byrjan.

Upplivingarnar barnið fær á nýggja ansingarstaðnum, kunnu reaktivera tað djúpu sorgina, sum tey ættleiddu børnini hava frá teirra upplivingum við, at vera forlátin og svikin tíðliga í lívinum. Tey kunnu uppliva eina djúpa angist og venda aftur til mátar, at yvirliva uppá, sum tey høvdu frá barnaheiminum.

Tí hevur tað alstóran týdning, at byrjanin í ansingini verður fyrireika væl!

Fyri nógv ættleidd børn er tað gott, at sleppa inn í eina vøggustovu í ansing, har ansingarstarvsfólkini eru stabil. So kunnu tey vera trygg við, at tey eru í sama stað hvønn dag – eisini um eitt ansingarstarvsfólk til dømis verður sjúkt. Tey ættleiddu børnunum hava tørv á stabiliteti, og summi tola illa, at skula í til dømis gestadagrøkt, tá tann fasta dagrøktarmamman er sjúk.

Fyri onnur børn kann tað hinvegin hava størri týdning, at tað ikki eru so nógv børn at fyrihalda seg til og tí, kann ein dagrøkt vera tað besta fyri nøkur børn. Tó hevur tað eisini týdning, at tað er ein stabil dagrøkt, so tað ikki verða ov nógv skift hjá barninum.

Foreldrini kenna best børnini og tí er tað neyðugt, at tit sum foreldur siga frá hesum, áðrenn barn tykkara fær ansingarpláss. Tað er av stórum týdningi, at lurtað verður eftir foreldrunum tá metast skal um, hvat ansingartilboð er best til hvørt einkult barn.

Áðrenn barnið skal byrja í ansing er gott um foreldrini hava ein fund við starvsfólkið og leiðaran, har barnið skal ansast. Tað hevur stóran týdning, at foreldrini kenna seg trygg við umstøðurnar og, at starvsfólkini eru opin og ynskja at seta seg inn í tað sum er serligt við ættleiddum børnum og, hvat er serligt fyri tykkara barn.

Tey ættleiddu børnini hava ofta tørv á eini longri tilvenjing við/innkoyring í ansingina enn onnur børn. Hetta tí, at kenslan av at missa liggur so djúpt í teimum. Um foreldrini tí fara ov skjótt frá teimum, so kann tað gera, at tann djúpa angistin brýtur fram aftur og børnini verða sera ótrygg. Børnini hava tørv á, at venja seg við alt tað nýggja, meðan ein av foreldrunum er nær.

Ein máti at gera hetta uppá er, at byrja í ansingini kanska ein mánaða ella longur áðrenn arbeiðsdagurin byrjar aftur. Í byrjanini er gott, at annað foreldrið er inni á stovuni og hjálpir barninum alla tíðina. Samstundis er neyðugt, at starvsfólkið á stovuni bjóðar seg fram og roynir, at upparbeiða eina góða kontakt til barnið. Síðan kunnu foreldrini trekkja seg soleiðis, at tey eru til staðar men, at barnið lærir seg at venda sær til starvfólkini og geva teimum loyvi til at hjálpa sær. Hetta kann kanska taka einar tvær vikur.

Tá tit síggja, at barnið er vorðið rímuliga trygt við stovuna, kunnu tit avtala við barnið og starvsfólkið, at tit fara út úr stovuni og vera onkra aðrar staðni á stovninum, so barnið ikki sær tykkum alla tíðina, men skjótt kann finna tykkum aftur. Hetta er gott at royna nakrar dagar og síggja hvussu barnið hevur tað við, at tey ikki síggja tykkum alla tíðina.

Gongur hetta væl, er tíðin komin, har foreldrini skulu siga farvæl og fara. Tann fyrsta dagin skal tað kanska ikki vera meira enn 15-20 min. Síðan økja hetta hvønn dag, til alt er komið uppá pláss.

Flestu foreldur uppliva onkuntíð, at børnini ikki vilja sleppa foreldrunum, har barnið grætur og heldur fast. Hetta er sera trupult, men vanligt fyri øll børn. Um tit hava havt eina góða innkoyring og barnið trívist millum børnini og starvsfólkið, so er tað í lagi at fara allíkavæl. Tryggja tær, at barnið er hjá einum  vaksnum, sum kann troysta og vera nær ta løtuna. Sig so farvæl og far. Ofta steðgar gráturin stutt eftir, at tit eru farin. Hava tit sum foreldur tørv á at vita hvussu gekk, so ring á stovuna og spyr.

Í sovorðnum løtum skulu vit altíð hugsað um og eisini hava í huga, at børnini eru ættleidd, men at tey eru eisini børn sum onnur børn.

 

Meira kann lesast her: 

  Adoptivbarn i barnehagen (90,3 KB)
  Adoptivbørn kræver en særlig indsats (65,5 KB)
  Et ganske almindeligt, tidligt omsorgsvigtet, adopteret skolebarn (36,1 KB)


 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300