Ert tú varug við, at tú er við barn, og ert tú í iva um støðuna, ert tú vælkomin at venda tær til okkum.
Vit kunnu bjóða tær eitt ókeypis og navnloynt prát. Umframt ítøkiliga vegleiðing viðvíkjandi fosturtøku, so er eisini møguleiki fyri samtalu/ráðgeving um heilsufaklig, sosial og sálarlig viðurskifti.
Ert tú í iva? – og ynskir tú eitt prát? Ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Vit svara á tel 56 23 56 ella umvegis teldupost á radgevi@gigni.fo Legg til merkis, at tá tú sendir ein teldupost, so sær fosturtøkuráðgevingin, hvør avsendarin er.
Telefonin svarar hvønn gerandisdag millum kl. 14.00 - 16.00
|