Ættleiðing

Umhugsar tú at ættleiða eitt barn, er neyðugt at seta seg í samband við Familjufyrisitingina.

Um tú/tit ikki hava ættleitt áður, og tú/tit lúka krøvini, sum verða sett, skulu tú/tit luttaka á einum ættleiðingarfyrireikandi skeiði. Skeiðið er ein sjálvstøðugur partur av kanningartilgongdini og góðkenningartilgongdini. Skeiðið er áðrenn kanningina um hvørt tú/tit eru skikkaði sum ættleiðararar.

Skeiðið er ókeypis og er skipað og bjóðað av Gigni. Skeiðið varar samanlagt í uml. 15 tímar (alt eftir tørvi), og hvør undirvísing er uml. 2-4 tímar. Skeiðið skal verða hildið innan ein mánaður er farin frá, at Familjufyrisitingin hevur mett, at tú/tit lúka yvirskipaðu og objektivu treytirnar til góðkenning – hetta er fyri at tryggja, at viðgerðin av umsóknunum hjá tær/tykkum ikki verður seinkað óneyðuga leingi.

Ættleiðingarskeiðið verður í løtuni bert hildið í Danmark. Tað er Ankestyrelsen, sum skipar fyri skeiðunum. Gigni rindar fyri skeiðið.

Meira kunning á heimasíðuni hjá Ankestyrelsen:

Adoptionsforberedende kursus — Ankestyrelsen (ast.dk)