Nógvir spurningar kunnu stinga seg upp, tá ferðin eftir barninum skal fyrireikast.

Hvat skulu vit hava við? Hvat etur eitt barn í hesum aldrinum? Hvat spæla tey við? Hvussu fer barnið at reagera tá tað møtir okkum? Er nakað ávíst vit skulu hugsa um?

Ja spurningarnir eru nógvir.

Hvat ið er gott at hava við, er sera nógv tengt at, hvat land tit skulu til, hvussu leingi tit skulu vera har, hvussu gamalt barnið er o.s.fr. Sama er galdandi viðvíkjandi mati og spæli. Í fleiri av londunum eru góðir møguleikar at keypa, so tá er ikki neyðugt at hava so nógv við. Hetta er eisini tengt at, hvussu tú/tit eru. Hava tit tørv á at vera fyrireika uppá alt, ella taka tit tað sum tað kemur og keypa tá tað er neyðugt.

Pakkilistar, til ferðina eftir barninum, finnast á fleiri privatum heimasíðum, so har ber til at fáa góð hugskot, tá tit fyrireika tykkum. Á heimasíðunum hjá AC og DanAdopt finnast leinkjur til fleiri av hesum síðum.

Tað er ógvuliga ymiskt hvussu børn reagera tá tey vera ættleidd. Vit kunnu hyggja at støðuni við eygunum hjá barninum. Barnið hevur mist síni biologisku foreldur. Síðan hava nógv børn verið á barnaheimi, meðan nøkur hava verið sett til fosturs. Hetta er teirra veruleiki og tryggleiki, og barnið kennir ikki til annað. Tey vita ikki um hetta er gott ella minni gott.

Tá barnið verður ættleitt, missir tað alt tað kenda. Knappliga er umhvørvið tey kendu burtur, børnini tey hava búð saman við eru ikki har meira, tey vaksnu sum hava ansa teimum eru vekk – ja alt tað sum er kent er burtur. Tey møta foreldrum, sum síggja øðrvísi út, lukta øðrvísi, tosa eitt mál tey ikki skilja o.s.fr. Tað er ringt at ímynda sær, hvussu stór hendan broyting í veruleikanum er.

Tí er tað ikki óvanligt, at børnini eru ógvuliga bangin tá tey koma til síni foreldur. Mong uppliva at børnini gerast apatisk. Summi hava møtt børnum sum hava grátið og grátið - upp til fleiri dagar. Onkur børn vilja bara berast – og tað kunna gott ganga nakrir dagar áðrenn barnið vil ganga sjálvt. Onnur uppliva, at børnini bara fylgja við og tað gongur rímuliga væl. Nøkur børn klára ikki at taka ímóti kropskontakt í byrjanini. Allar hesar reaktiónir eru “vanligar” hjá ættleiddum børninum. Vit hava øll yvirlivingarmekanismur, sum vit nýta, tá lívið gerst ov ótrygt, og er hetta tað sama ið børnini brúka.

Børnini skulu læra at knýta seg til síni foreldur, og tað kann gott vera trupult, at knýta seg til fleiri í senn. Nøkur børn velja tí annað foreldrið, meðan hitt sleppur næstan ikki at røra tað. Hetta er sera hart fyri báðar partar. Bæði tað, at upplivað at vera valdur frá, eftir í so nógv ár brennandi at hava ynskt sær eitt barn, og somuleiðis, at vera tann sum er valdur, og ikki kann fara á t.d wc, uttan at barnið er við. Men hetta er ikki ónáttúrligt. Barnið hevur tørv á hesum eina tíð, og møguliga broytist hetta á ferðini, ella aftaná at tit eru komin heim.

Tí er vert at hava í huga, at hetta ikki er ein feria tit eru á, men ein einastandandi uppliving, sum er sera krevjandi í sær sjálvum – kensluliga og likamliga.

Somuleiðis er ymiskt, hvussu foreldrini reagera, tá tey møta børnunum. Nógv hava ímynda sær, at hetta er ein løta, har ein flýtur yvir av kenslum, eins og at foreldrakærleikin bara kemur beinanvegin. Hjá fleiri er tað eisini so. Men tað er ikki óvanligt, at hendan kenslan slett ikki kemur beint tá. Kanska kemur hon ikki fyrr enn tit eru komin heim.

Spurningarnir eru nógvir, og um tit hava hug til tað, ber til at fáa heilsufrøðingin á vitjan áðrenn tit fara eftir barninum. Hana kunna tit tosa við um hesar og aðrar spurningar, áðrenn tit fara.