Eftir eina fantastiska ferð, har upplivingarnar heilt víst hava verið nógvar, er tað ofta gott at koma heim aftur. Heima í Føroyum sita spent fólk og bíða eftir familjuni – familja, vinir og kenningar. Fólk sum hava fylgt við og glett seg saman við foreldrunum, ynskja at siga tillukku og síggja tað leingi væntaða barnið.

Men hvat er tað rætta og besta at gera?

Oftast hava foreldur og barn, tíðina eftir at tey eru komin heim, tørv á at hava ró og at finna hvønn annan. Barnið hevur uppliva eina sera ørkymlandi tíð, við nógvum broytingum:

  • Barnið hevur mist alt tað sum tað kendi.

  • Barnið hevur fingið nýggj foreldur, sum barnið enn ikki kennur serliga væl.

  • Barnið hevur verið á eini langari ferð, gjøgnum fleiri flogvallir og gistingarhús, og er at enda komi heim til Føroyar.

Foreldrini hava eisini eina rúgvu av upplivingum við heim aftur. Umframt hetta hava tey eisini tørv á, at læra barnið betur at kenna, og finna eina rútmu heima í gerandisdegnum. Samstundis ynskja tey sum foreldur at vísa allari verðini teirra fantastiska barn.

Ein máti at loysa hesa støðuna við er, at bjóða øllum at koma á flogvøllin at møta tykkum. Barnið hevur júst verið á fleiri flogvallum og í fleiri flúgvarum, so at møta nøkrum fleiri fólkum á flogvøllinum í Vágum ger neyvan so stóran mun. Tó er tað best fyri barnið, at tað verður hjá foreldrunum alla tíðina.

Tá øll hava sæð og ynskt tillukku og vælkomin heim, er lættari at biðja tey bíða eina tíð við at koma og vitja. Síðan kann familjan byrja at finna ta dagligu rútmuna heima. Tað sum barnið hevur størstan tørv á beint nú er, at finna tryggleikan aftur. At knýta seg til síni foreldur, at kenna seg heima og vita, at tað eru vit sum búgva her og hoyra saman. Tað ber væl til at fara ein túr út at trilla og heilsa uppá fólk, men fleiri ættleidd børn hava tørv á at blíva “skermaði” tað fyrstu tíðina, tí tey megna ikki at rúma øllum hesum nýggja í senn. Tað eru foreldrini sum hava ábyrgd fyri, at hjálpa barninum at finna tryggleikan. Tú kann lesa meira í t.d. bóklinginum Den bedste start, sum er ein bóklingur frá AC - børnehjælp.

At barnið knýtir seg til síni foreldur hevur sera stóran týdning fyri lívið og framtíðina hjá barninum. Tí er tað av stórum týdningi at leggja orku í, at hetta eydnast. Tað besta er, teir fyrstu mánaðirnar eftir at tit eru komin heim, at halda fast í, at tað bert eru foreldrini sum:

  • troysta barnið

  • geva barninum at eta

  • skifta blæu á barninum

  • leggja barnið at sova

Eisini er týdningarmikið, at barnið ikki verður borið ella tikið upp av øðrum tað fyrstu tíðina.

AC - børnehjælp hevur givið ein bókling út, sum eitur "Kære bedste". Bóklingurin er serliga ætlaður ommum og abbum, ella nærmastu familjuni. Bóklingurin kann vera sera góður at geva familjuni áðrenn farið verður eftir barninum, so tey kunnu fyrireika seg á bestan hátt til tit koma heim aftur. Í bóklinginum ber til at lesa um, hví tað er neyðugt at taka øðrvísi atlit til eitt ættleitt barn, eins og hvat er gott at hugsa um. Eisini er gott at práta við komandi ommur, abbar og familjuna annars áðrenn tit fara, so tit eru vís í, at tey vita hvussu tit ynskja tað tá tit koma heim aftur.

Øll børn eru ymisk, so tað ber ikki til at siga akkurát, hvat tykkara barn hevur tørv á. Tað besta tit gera er, at hyggja at barninum og hvørja atferð tað hevur í støðum tit koma í, fyri síðan at innrætta tykkara lív eftir tí.

Eftir at tit koma heim, ganga ofta einar 2-3 vikur, áðrenn Gigni fær boð frá Ríkisumboðnum um, at tit eru heima. Og tí tekur tað nakað av tíð, áðrenn vit seta okkum í samband vit tykkum. Tí vilja vit heita á tykkum um sjálvi, at seta tykkum í samband við okkum, so vit kunnu koma at vitja skjótt eftir, at tit eru komin heim.

Ofta verður nógv tosað um, at barnið skal knýta seg til síni foreldur, men tað hevur líka stóran týdning, at foreldrini knýta seg til barnið. Hetta kann í nógvum førum virka sum ein sjálvfylgja, men tað er tað ikki altíð. Foreldur sum ættleiða, kunnu eisini fáa tað sum verður kallað “eftirføðireaktión”. Kanningar vísa, at umleið 18 % av øllum mammum, sum føða sjálvar, uppliva hetta, og tað er eingin grund til at halda, at hetta er øðrvísi fyri mammur sum ættleiða. Ymiskt er hvussu nógv hetta ávirkar, men hjá summum mammum førir "eftirføðireaktiónin" til tunglyndi. At fáa eina eftirføðireaktión ella tunglyndi í samband við at fáa eitt barn, er ikki bert nakað mamman er í vanda fyri at uppliva. Hetta er eisini rættiliga vanligt hjá pápunum, og tískil er týdningarmikið at bæði mamman og pápin eru varug við, hvussu tey hava tað.

Bæði sum mamma og pápi kunnu tit uppliva, at gleðin yvir hetta lítla barnið, sum tit hava bíða so leingi eftir, ikki kemur. Tú kann kenna teg troytta/troyttan, kenslurnar fyri barninum eru ikki har, tú/tit kunna angra at tit nakrantíð ættleiddu o.s.fr.