Koppsetingin verjir móti HPV, sum kann elva til krabbamein og kynsfinnur (vortur).

Koppseting áðrenn kynslívið byrjar, minkar um vandan fyri lívmóðurhálskrabba við uml. 90 %.

Hjá monnum er krabbi í varrum/ munnholu/ svølgi skjótt vaksandi og er nú líka vanligur sum lívmóðurhálskrabbi. Knapt 60 % standast orsakað av HPV.