HPV smittar við kynsligari samveru.

HPV er eit virus, sum er sera vanligt millum ung, og tað smittar illa. Tú følir ikki, at tú ert smittað/ur. Í flestu førum berjir kroppurin sjálvur smittuna niður, men hjá uml. 1 av 10 verður smittan verandi og kann elva til krabbamein.

Tú kanst verða smittað/ur, sjálvt um tú brúkar hít, tí virusið kann sita á húðini rundan um kynsgøgnini. HPV kann tí eisini smitta millum hendur og kynsgøgn.

Koppsetingin verjir best, um hon verður givin, áðrenn mann gerst kynsliga virkin.

HPV-koppsetingin verjir ímóti 9 sløgum av HPV, sum kunnu elva til krabbamein og móti kynsfinnum (vortum á kynsgøgnunum).

Besta verjan fæst, um tú verður koppsett/ur, áðrenn tú ert í vanda fyri at verða smittað/ur við HPV.

Tí mæla vit til, at børn verða koppsett, tá tey eru 12 ár.