HPV kann hava somu hjáárin sum aðrar barnakoppsetingar, eitt nú roða á húðini, og tú gerst reyð/ur, hovin ella eym/ur, har tú verður prikað/ur. Summi fáa árin, sum líkjast beinkrími (influensu), men hetta varir stutt.

Álvarslig hjáárin eru sera sjáldsom (<1 av 1000) og kunnu til dømis vera ovurviðkvæmi og notusótt (nældefepur). Álvarslig hjáárin henda stutt eftir koppsetingina, tá tey henda, og læknin dugir at viðgera tey. Tí verður tú biðin um at sita í læknaviðtaluni í uml. 15 min. eftir koppsetingina.

Fleiri altjóða kanningar hava víst, at HPV-koppsetingin er trygg og munar væl.