
HPV-koppseting er partur av barnakoppsetingarætlanini, og mælt verður til, at øll 12 ára gomul børn fáa koppsetingina. Koppsetingin er ókeypis til børn undir 18 ár.
Bílegg tíð til koppseting hjá kommunulækna. Er barnið 12-14 ár, fær tað tvær koppsetingar við 5-13 mð. millumbili. Er barnið eldri enn 15 ár, er tørvur á trimum koppsetingum fyri at fáa fulla verju.
Hjá gentum
- Krabbamein í varrum/munnholu/svølgi
- ívmóðirhálskrabbi
- krabbi í innaru og ytry kynsgøgnunum
- krabbi í baktarminum
- finnur (vortur) á kynsgøgnunum
Hjá dreingjum
- Krabbamein í varrum/munnholu/svølgi
- krabbi í penis
- krabbi í baktarminum
- finnur (vorta) á kynsgøgnunum
Koppsetingin verjir móti HPV, sum kann elva til krabbamein og kynsfinnur (vortur).
Koppseting áðrenn kynslívið byrjar, minkar um vandan fyri lívmóðurhálskrabba við uml. 90 %.
Hjá monnum er krabbi í varrum/ munnholu/ svølgi skjótt vaksandi og er nú líka vanligur sum lívmóðurhálskrabbi. Knapt 60 % standast orsakað av HPV.
Koppsetingin fer fram hjá egnum kommunulækna. Tú skalt bara ringja og avtala eina tíð hjá kommunulæknanum. Til børn millum 12 og 14 ár verður koppsetingin veitt sum tvey prik, sum verða givin við 5 til 13 mánaða millumbili. Til ung omanfyri 15 ár verður koppsetingin givin sum trý prik, sum verða givin innanfyri 12 mánaðir. Kommunulæknin hevur koppingarevnið. Eftir koppsetingina skalt tú sita í 15 til 20 minuttir í bíðirúminum, soleiðis at kommunulæknin kann tryggja sær, at tú ikki verður illa fyri aftaná koppsetingina.
HPV kann hava somu hjáárin sum aðrar barnakoppsetingar, eitt nú roða á húðini, og tú gerst reyð/ur, hovin ella eym/ur, har tú verður prikað/ur. Summi fáa árin, sum líkjast beinkrími (influensu), men hetta varir stutt.
Álvarslig hjáárin eru sera sjáldsom (<1 av 1000) og kunnu til dømis vera ovurviðkvæmi og notusótt (nældefepur). Álvarslig hjáárin henda stutt eftir koppsetingina, tá tey henda, og læknin dugir at viðgera tey. Tí verður tú biðin um at sita í læknaviðtaluni í uml. 15 min. eftir koppsetingina.
Fleiri altjóða kanningar hava víst, at HPV-koppsetingin er trygg og munar væl.
HPV smittar við kynsligari samveru
HPV er eit virus, sum er sera vanligt millum ung, og tað smittar illa. Tú følir ikki, at tú ert smittað/ur. Í flestu førum berjir kroppurin sjálvur smittuna niður, men hjá uml. 1 av 10 verður smittan verandi og kann elva til krabbamein.
Tú kanst verða smittað/ur, sjálvt um tú brúkar hít, tí virusið kann sita á húðini rundan um kynsgøgnini. HPV kann tí eisini smitta millum hendur og kynsgøgn.
Koppsetingin verjir best, um hon verður givin, áðrenn mann gerst kynsliga virkin
HPV-koppsetingin verjir ímóti 9 sløgum av HPV, sum kunnu elva til krabbamein og móti kynsfinnum (vortum á kynsgøgnunum).
Besta verjan fæst, um tú verður koppsett/ur, áðrenn tú ert í vanda fyri at verða smittað/ur við HPV.
Tí mæla vit til, at børn verða koppsett, tá tey eru 12
Landssjúkrahúsið sendir eitt bræv til allar kvinnur, ið verða 25 ár, um eina fyribyrgjandi kanning móti lívmóðurhálskrabba. Fyribyrgjandi kanningarnar fara fram hjá egnum kommunulækna. Kvinnan ringir sjálv til kommunulæknan at biðja um tíð fyri fyribyrgjandi kanningarnar. Tað er sera umráðandi, at tú fert til fyribyrgjandi kanningar ímóti lívmóðurhálskrabbameini, hóast tú ert koppsett. Fyribyrgjandi kanningarnar eru eitt tilboð til allar kvinnur í aldrinum 25-60 ár. Endamálið við fyribyrgjandi kanningunum er at finna og viðgera kyknubroytingar, áðrenn tær gerast hættislingar og elva til krabbamein.