Koppsetingin fer fram hjá egnum kommunulækna. Tú skalt bara ringja og avtala eina tíð hjá kommunulæknanum ella bíleggja tíð á netinum. Til børn millum 12 og 14 ár verður koppsetingin veitt sum tvey prik, sum verða givin við 5 til 13 mánaða millumbili. Til ung omanfyri 15 ár verður koppsetingin givin sum trý prik, sum verða givin innanfyri 12 mánaðir. Kommunulæknin hevur koppingarevnið. Eftir koppsetingina skalt tú sita í 15 til 20 minuttir í bíðirúminum, soleiðis at kommunulæknin kann tryggja sær, at tú ikki verður illa fyri aftaná koppsetingina.