D-vitamin tilmæli

Fáa tit nóg mikið av D-vitamin?

Danska heilsustýrið mælir til, at børn eldri enn 4 ár og vaksin dagliga fáa 5-10 mikrogram av D-vitamin ískoyti vetrarhálvuna, tvs. frá oktobur til apríl. Mælt verður eisini til, at børn frá tveimum vikum til 4 ár fáa 10 mikrogram D-vitamin dagliga alt árið.

Á okkara breiddarstigið verður ikki evnað nokk D-vitamin í húðini hjá fólki vetrarhálvuna. Tí verður mælt til, at vit dagliga taka D-vitamin ískoyti. Tó verður tilmælt, at ávísir bólkar av fólki taka D-vitamin alt árið. Tey ið longu taka eina multivitamin, har D-vitamin er í, nýtast ikki at taka eyka D-vitamin.

Keldur:

To nye D-vitaminanbefalinger til børn og voksne - Sundhedsstyrelsen

D-vitamin-mangel - Patienthåndbogen på sundhed.dk

D-vitaminmangel kan gå ud over både knogler og tænder (apoteket.dk)

D-vitamin tilmæli
D-vitamin tilmæli

Danska matvørustýrið og heilsustýrið hava gjørt hesi tilmæli um D-vitamin ískoyti:

 

5-10 mikrogram D-vitamin frá oktobur til apríl

10 mikrogram D-vitamin dagliga frá oktobur til apríl verður tilmælt:

  • Børnum yvir 4 ár

  • Vaksnum, ið ikki hoyra til nevndu bólkar niðanfyri

10 mikrogram D-vitamin alt árið

10 mikrogram D-vitamin alt árið verður tilmælt:

  • Børnum 0 - 4 ár (D-dropar)

  • Barnakonum og kvinnum ið geva bróst

  • Børnum og vaksnum við myrkari húð

  • Børnum og vaksnum ið eru nógv ílatin um summarið

  • Persónum, sum ikki eru uttandura um dagin, ella sum ikki eru í sólarljósið

20 mikrogram D-vitamin og 800-1000 mg kalsium alt árið

20 mikrogram D-vitamin dagliga, saman við 800-1000 mg kalsium alt árið verður tilmælt:

  • Fólkið yvir 70 ár

  • Fólkið ið býr á ellisheimi

  • Fólkið ið, óansæð aldur, eru í øktum vanda fyri beinbroyskni

D-vitamin frá sólini

Tá ultraviolettu strálurnar (UVB) frá sólini raka í summarhálvuni, verður D-vitamin gjørt í húðini. Hvussu stór nøgd av D-vitamin ið verður gjørd, er treytað av, hvussu sterkar UVB-strálurnar frá sólini eru, og hvussu leingi tú ert í sólini.  Summarhálvuna - frá mai til september - eru sólstrálurnar nóg sterkar til, at tað verður gjørt so mikið av D-vitamin, at vit fáa tað, sum okkum tørvar.

Vetrarhálvuna – frá oktober til apríl – eru sólstrálurnar í Føroyum ikki nóg sterkar til, at tað verður gjørt D-vitamin í húðini. Tí tærast D-vitamin goymslurnar frá summarinum. Innihaldið av D-vitamin í blóðinum sveiggjar náttúrliga við árstíðunum og er lægri um veturin enn um summarið.

D-vitamin úr matinum

D-vitamin er eisini í mati. Tað er tó ringt at nøkta allan tørvin á D-vitamin gjøgnum matin, sum vit eta. Nógv D-vitamin er í feitum fiski sum í sild og makreli, men føroyingar eta mest soltnan fisk. Eitt sindur av D-vitamin er eisini í mjólk, osti og egg.

Kunnu vit fáa ov nógv av D-vitamin

Til ber at fáa ov nógv av D-vitamin, men tað er eingin vandi, so leingi vit taka tilmæltu nøgdirnar.

D-vitamin trot

Skilt verður ímillum

  • Lætt D-vitamin trot

  • Miðal stórt D-vitamin trot

  • Stórt D-vitamin trot

Lætt og miðal stórt D-vitamin trot kemur lutfalsliga ofta fyri hjá fólkið ið ikki tekur D-vitamin ískoytið. Millum annað kann tað koma fyri hjá ungum, ið sita nógv inni framman fyri teldum og øðrum skíggjum.

Stórt D-vitamin trot er sjáldsamt í okkara parti av heiminum.

Hjá børnum kann D-vitamin trot hava sjúkuna rakitis, ella ensku sjúku, við sær. Sjúkan ger, at beinagrindin verður lin (bleyt), tí kálk ikki verður upptikið, tá einki D-vitamin er til staðar.

Eyðkennini av D-vitamin troti eru ofta kám, og kunnu minna um aðrar og meira vanligar bágar. D-vitamin trot yvir longri tíð rakar ofta vøddar, beinagrind og liðir. Tað vísir seg við møði og vøddapínu. Tað er eisini vanligt, at D-vitamin trot ger, at mann hevur tungar tankar og kennir seg maktarleysan.

Meira sjáldan kann tað geva pínu í beinagrindina. Tað merkist oftast sum pína um lendarnar sum spjaðist til koku, mjødn, lør, rygg og bringu.

Um barn títt, hevur fingið staðfest D-vitamin trot, við einari blóðroynd, kann tað viðgerast við D-vitamin sum dropar, tablettir ella hylki.

Keldur:

To nye D-vitaminanbefalinger til børn og voksne - Sundhedsstyrelsen

D-vitamin-mangel - Patienthåndbogen på sundhed.dk

D-vitaminmangel kan gå ud over både knogler og tænder (apoteket.dk)