Mjólk til skúlabarnið

Børn millum 6-9 ár: Skulu hava 250 ml solti- ella lættimjólk ella mjólkaúrdrátt og 15 g ost um dagin (3/4 ostaskiva) ella 325 ml solti- ella lættimjólk ella mjólkaúrdrátt um dagin, um tú ikki etur ost.

Børn frá 10 ár og vaksin: Skulu hava 250 ml solti- ella lættimjólk ella mjólkarúrdrátt og 20 g ost um dagin (1 ostaskiva) ella 350 ml solti- ella lættimjólk og mjólkaúrdrátt um dagin, um tú ikki etur ost.

Eitt av almennu kostráðunum hjá Fólkaheilsuráðnum er at velja plantuoljur og soltnan mjólkaúrdrátt. Tá tú etur soltnar mjólkarúrdráttir heldur enn teir feitaru mjólkarúrdráttirnar, fært tú týðandi føðsluevni og samstundis færri kaloriur. Tú kanst gott eta feitar mjólkarúrdráttir - men bert av og á. Eta vit stórar mongdir av mjólkarúrdráttum, hevur hetta størri ávirkan á umhvørvið. 

Tað er líka nógv kálk er í teimum soltnu vørunum sum teimum feitu.

Um tú ikki drekkur mjólk ella etur mjólkarúrdráttir, er týdningarmikið at eta aðrar matvørur við kálk í. Tað kunnu t.d. vera plantudrikkir við kálkískoyti í, grønt grønmeti, nøtir, sardinur og fullkornsríkan mat. Eisini ber til at taka kálkískoyti.

Tað verður tilmælt, at børn upp til 9 ár, sum hava mjólkaovurviðkvæmi fáa 500 mg av kálkískoyti og frá 10 ára aldri fáa 750 mg av kálkískoyti, um dagin.

Keldur:

Alt om kost - Fødevarestyrelsen

Almennu kostráðini - Fólkaheilsuráðini