Yvirvekt

Kanningar vísa, at alsamt størri partur av fólkinum vigar ov nógv og
hava trupulleikar við ovurfiti. Hesin trupulleiki rakar eisini børn og ung.
Børn, sum hava ment eitt ov høgt BMI, verða ofta avmarkað í rørslu,
spæli og ítrótti, umframt at vera í vanda fyri at menna lívsstílssjúkur,
lágt sjálvsvirði, sosiala avbyrging v.m.

Gransking vísir, at tað er ein greiður samanhangur millum fita hjá børnum
eldri enn 2 ár og fita hjá vaksnum.

Kelda: BMI kanning av Føroyskum skúlabørnum

Hentar slóðir: Faldari - BMI kanning av Føroyskum skúlabørnum