Saman um barnið

Gigni er saman við Nám, Sernám, Undirvísingastýrinum, SSP, Barnaverndartænastuni og øllum skúlum og stovnum í Vága og Sørvágs kommunu partur av verkætlanini «saman um barnið», sum hevur sum høvuðsendamál, at tað skal vera betri at vera barn í Vágum.

 Saman hava vit orða eina felags barnafatan, sum byggir á Barnarættindasáttmálan hjá ST og er í tráð við dagstovnalógina, fólkaskúlalógina og nýggjastu gransking um heilsu og trivnaðarfremjandi karmar hjá børnum og ungum. 

Varðin er ímyndin av góða samstarvinum um barnið og tann unga, og stendur í myndatalu millum hvørt heim, hvønn stovn, millum stovur, millum bygdir og ymisku fyriskipanirnar. Varðin er vegvísari á farleiðini og somuleiðis vakurleikin og tryggleikin í góða samstarvinum.

Í verki hava foreldur, leiðsla og starvsfólk ábyrgd av, at hetta sæst aftur í øllum tí, ið fyriferst um børnini og tey ungu. Í verkætlanini Saman um barnið hava vit eina heildarfatan av, at heilsa og trivnaður fevna um likamlig, sálarlig, sosial og andalig viðurskifti.

Karmarnir, sum skulu fremja hetta, mugu tí rúma øll viðurskifti um børn og ung í Vágum hjá tí einstaka, í bólkinum og í samfelagnum øllum. Karmarnir fevna um fysiskar, sálarligar og sosialar karmar.

Alt vit býr ikki í einum høvdi, men til samans hava vit ómetaliga nógv vit, sum vit vilja gagnnýta fult út, so at tað verður betri at vera barn í Vágum

Saman um barnið - plakat