Lús

Hjálp vit hava lús!

Øll kunna fáa lús, uttan mun til kyn ella aldur. Lúsin er líkaglað um hárið er reint ella skitið. Tað einasta hon vil hava er hárbotnin, tí har kann hon súgva blóð. Um bert hárið er meira enn ein ½ cm. langt og lúsin kann goyma seg í hárinum, ber til at fáa lýs.

Hvussu sær lúsin út?
Hvussu sær lúsin út?

Lúsin er grágul á liti, umleið 2 - 3 mm. til støddar og hevur ikki veingir. Lúsin kann tó vera ring at síggja, tí hon sum oftast tekur lit eftur umhvørvinum. Nitrurnar (eggini) eru gul-hvítar og umleið 1 mm. til støddar. Nitrurnar líkjast flus og sita tætt við hárbotnin. Lúsin kann hvørki flúgva ella hoppa og tí kann fólk bert smittast við beinleiðis samband við eitt annað fólk, ið hevur lýs. Skúlabørn og børn á dagstovni hava tí stóran møguleika fyri at fáa lýs, men eisini onnur ið eru tætt saman, t.d. um tey hava sovi saman við einum sum hevur lús.

Hvussu síggjast lýs?

Lúsin heldur serliga til í nakkanum og aftan fyri oyruni, tí har er oftast heitast. Lúsin kann tó finnast allastaðni í hárbotninum. Lúsin livir av at súgva blóð úr hárbotninum og hevur eitt spýttevni sum ger, at tað skriðar sera illa. Lúsin er rættuliga kvik, men harafturímóti sita nitrurnar fastar í hárinum og kunnu vanliga greiðast burtur við tætt kambi (fínkambi).

Tað er týdningarmikið, at tann sum hevur fingið lýs verður viðgjørdur.

Kembing

Tað besta tú/tit kunna gera er, at kemba hárið væl. Bæði fyri at staðfesta um talan er um lýs, men kembing kann eisini nýtast sum viðgerð.

  • Keyp ein tætt kamb (fínkamb) á apotekinum. Spyr um ráð hvør er bestur at nýta.

  • Ger hárið vátt og koyr væl av balsam í hárið.

  • Greið hárið við tætt kambinum heilt inni frá hárbotninum og út til endan á hárinum   fyri hvørt strok.

  • Reinsa kambin fyri evt. lýs og egg áðrenn tú setur kambin í hárið aftur.

  • Kemba eisini øllum hinum í húskinum, fyri at staðfesta um onnur eisini hava lýs.

  • Um talan er um lýs, er týdningarmikið at byrja viðgerð alt fyri eitt.

  • Tað er bert tann sum hevur lýs ið skal viðgerðast.

  • Um tú/tit nýta kembing sum viðgerð, er týdningarmikið at kemba nágreiniliga og væl annan hvønn dag í minst 14. dagar, fyri at basa lýsnum.

Onnur viðgerð

Lýs kunna eisini viðgerðast við ymiskum evnum, ið fáast á apotekinum. Hetta eru evnir, ið á ymiskan hátt beina fyri lýs og nitrum (eggum). Evnini eru ikki vandamikil, um tey verða nýtt á rættan hátt. Fyrr var sagt, at alt húskið skuldi viðgerast samstundis, sjálvt um bert ein av húsfólkinum hevði fingið lýs. Men orsakað av vandanum fyri, at lýsnar verða mótstøðuførar fyri lúsaevninum, skulu bert tey, ið hava fingið lýs, viðgerast.

Tað er av alstórum týdningi, at øll ið hava lýs verða viðgjørd. Eisini er av stórum týdningi, at lúsaevnið verður nýtt á rættan hátt. Les tí brúkaravegleiðingina gjølla áðrenn viðgerðin byrjar.

Sum sagt, trívist lúsin bara í hárbotninum á fólki. Uttan fyri hárbotnin kunnu tær í mesta lagi liva í tvey samdøgur. Tí er ongin orsøk at reinsa klæðir, møblar og øll húsini. Tó eigur tú at:

  • Vaska bustir og kambar í sápuvatni ella lúsasjampo.

  • Vaska klæðir, um neyðugt, í minsta lagi í 20 minuttir við 60 hitastigum.

  • Koyra annað, ið ikki kann fara í vaskimaskinuna, í ein plastikposa og leggja tað í  frystiboksina í 4 tímar, um tú hevur tað fyri neyðini.

Eftirkanning

Kannið altíð eftir, um viðgerðin hevur eydnast. Livandi lýs mugu sjálvandi ikki vera í hárinum eftir viðgerð, men nitrur og skøl av nitrum kunnu væl síggjast í hárbotninum.

Góð ráð um lýs

Um lýs eru í skúlanum ella dagstovninum hjá barninum, kanna so alt fyri eitt eftir um barnið hevur lýs. Hevur barnið lýs, eigur skúli ella dagstovnur at fáa hetta at vita beinanvegin. Byrja viðgerð við at kemba, ella keyp lúsaevni á apotekinum og les brúkaraleiðbeiningina gjølla. Kanna alt húskið fyri lýs. Øll, ið hava lýs, skulu viðgerast. Vaska kambar, bustir og húgvur.

Um viðgerðin ikki eydnaðist, mást tú møguliga nýta okkurt annað lúsaevni. Spyr heilsufrøðingin ella starvsfólk á apotekinum um ráð og vegleiðing.

Hentar slóðir:

Farvel lus