Hví koppsetast?

HPV-koppsetingin verjir ímóti teimum sløgunum av HPV-virusum, sum elva til nógv teir flestu tilburðirnar av lívmóðurhálskrabbameini. Koppsetingin verjir eisini ímóti fleiri øðrum sløgum av krabbameini - til dømis onkur sløg av krabba í baktarminum, og í skeiðini og ytru kynsgøgnunum hjá kvinnum.

HPV kann elva til kynsfinnur (kønsvorter). Á sama hátt, sum til ber, at hava finnur á fingrum og fótum, ber til at fáa finnur á ella rundanum kynsgøgnini. Kynsfinnur eru ikki vandamiklar, men tær kunnu vera torførar at fáa burtur. Koppsetingin verjir ímóti teimum sløgunum av HPV-virusum, sum elva til flestu kynsfinnurnar.

Tá ið ein er HPV-koppsettur, ger kroppurin eina verju fyri virus og verjir fyri komandi smittu. Tú eigur at vera koppsett/ur, áðrenn tú verður virkin kynsliga, og tað merkir, áðrenn tú ert í vanda fyri at verða smittað/ur við HPV. Ung ið eru seksuelt virkin kunnu eisini fáa gagn av koppsetingini, hóast tey møguliga eru smittaði.