Kynsbúning

T sum ger, at vit koma í kynsbúning er, at nøkur hormonir verða útskild í kroppinum. Í heilanum er eitt lítið stað, sum eitur hypofysan. Har verða hormonir gjørd, sum verða førd við blóðinum oman til kynsgøgnini hjá okkum. Hjá gentum er tað eggjarøturnar (eggjastokkarnir), og hjá dreingjum steinarnir. Í eggjastokkunum verður kvinnuliga kynshormoni; østrogen, gjørt. Her eru eisini eggini hjá gentuni. Og í steinunum hjá dreingjum verður mannliga kynshormoni; testosteron, gjørt, her verða eisini sáðkyknur gjørdar.  

Vøkstur

Bæði gentur og dreingir vaksa meira í longd, tá tey eru í kynsbúning. Gentur vaksa mest í byrjanini av kynsbúningini og áðrenn tær fáa mentruatión. Tá tær hava fingið menstruatión vaksa tær uml. 5-8 cm afturat. Av tí at tær byrja fyrr at búnast, verða tær ofta hægri enn dreingirnir í eitt tíðarskeið - tað er púra vanligt. Vakstrarspurturin hjá dreingjum hendir umleið 2 ár seinni enn tann hjá gentum, og teir vaksa í eitt longri tíðarskeið. Dreingir eru í miðal 12-15 cm. hægri enn gentur, tá teir eru lidnir at vaksa. Hvussu høgur ein verður er treytað av, hvussu høg foreldur ein hevur.

Bróst

Fyrsta tekin um, at gentur eru komnar í kynsbúning er, at tær fáa ein harðan eyman knút aftanfyri bróstvørtuna. Síðan byrjar sjálvt bróstið at vaksa. Tað er vanligt, at bróstini ikki eru heilt eins. Gentur  eru ofta millum 9-13 ár, tá tær byrja at fáa bróst.

Dreingir kunnu – eins og gentur – uppliva, at teir fáa ein harðan eyman knút aftanfyri bróstvørtuna, tá teir eru í kynsbúning – tað er púra vanligt og minkar burtur aftur aftaná eina tíð. 

 

Mánasjúka (menstruatión)

Tá ein genta fær mánasjúku, fer eitt egg úr einum av eggrøtrunum (eggjatokkunum) út gjøgnum eggjaleiðaran út til lívmóðrina. Meðan tað hendir, veksur slímhinnan í lívmóðrini og ger seg klára til at taka ímóti einum gitnum eggi. Um eitt gitið egg ikki kemur, so niðurbrýtist slímhinnan og verður útskild gjøgnum skeiðina - tað er hetta, sum ger at gentan bløðir.

Tað er also uttasta lagið av slímhinnuni, sum gentan bløðir út, og ikki eggið sjálvt - tað gongur til grundar. Mánasjúkan varðir í 3-7 dagar - og tá byrjar man at brúka bind. Tað er ymiskt, hvussu nógv man bløðir, men í miðal er tað uml. ½ desilitur við hvørja menstruatión.  

Í byrjanini kann mánasjúkan vera óreglulig - men verður ofta reglulig innan uml. 2 ár. Eftir tað hevur man hana einaferð um mánaðin fram til man kemur í skiftisárini - við umleið 50 ára aldur. Tá ber ikki til longur at gerðast við barn. Tað er ikki vandamikið at hava mánasjúku, men gentur kunnu gott fáa eitt sindur ilt í búkin og lendar, tá tær hava hana. Tað kann hjálpa við t.d. hitapútu og at gera onkrar venjingar. Nakað áðrenn gentur fáa mánasjúku, byrja tær, at fáa tað sum eitur útflot. Tað er ein tunn klár ella hvítlig væta, sum kemur úr skeiðini. Vætan hjálpir til at halda skeiðina reina.  

Tá ein genta hevur fingið mánasjúku, so mekir tað, at hon kann gerðast við barn. Tá eggið loysnar frá eggrøtrunum, er tað klárt at møta eini sáðkyknu frá manninum í eggjaleiðarnum. Sáðið kemur upp í lívmóðrina tá maður og kona hava samlegu. Um eggið tá møtir eini sáðkyknu, so verður eggið gitið, og konan verður við barn. Tá setur gitna eggið seg fast í slímhinnuna og byrjar at vaksa. 

Steinar (testiklar)

Dreingir koma seinni í kynsbúning enn gentur; teir eru millum 10-14 ár, og teirra kynsbúning varðar ofta í longri tíð enn tann hjá gentum.

Fyrsta tekin um, at dreingir eru komnir í kynsbúning er, at steinarnir (testiklarnir) vaksa. Týdningarmikið er at dreingir kanna eftir um steinarnir eru komnir niður, tvs. eru í punginum. Tað verður gjørt við at merkja eftir, um tvær rundar kúlur á stødd við víndrúur eru í punginum. 

Sáð

Í steinunum/testiklunum verður mannliga kynshormonið; testosteron gjørt. Her verður eisini sáð gjørt, tá dreingir koma í kynsbúning. Sáðkyknurnar verða síðan búnaðar í hjátestiklunum, og sáðvæta verður gjørd í sáðbløruni og prostata. Tá ið sáðið fer út, kemur tað ígjøgnum sáðleiðaran, fram við sáðbløruni og prostata, har tað verður blandað við sáðvætu, og til seinast út ígjøgnum urinrørið. Dreingir kunnu uppliva at pissilingurin peikar beint fram/uppeftir tvs. hava standing - t.d. um kvøldið og morgunin. Tað kann eisini henda um dagin. Man kann ikki altíð stýra nær tað hendir, men tað er púra vanligt. Tá sáð byrjar at verða gjørt, kunnu dreingir eisini uppliva, at sáð kann koma út t.d. um náttina, sum eisini er vanligt.  

Tá dreingir fyrstu ferð hava havt sáðavgongu, tvs. at sáð kemur úr pissilinginum, kunnu teir gera eina gentu við barn, um tey hava samlegu.

Hár

Gentur og dreingir fáa eisini meir hár á kroppin; á armar, bein, undir armin og á kynslutum. Hár á kynslutum, kynshár, eru eitt sindur ørvísi enn hárini, vit hava á høvdinum. Tey kunnu hava ein annan lit, og eru grovari. Eisini kunnu tey vera krúllut.

Dreingir byrja aftaná eina tíð at fáa "dún" á yvirvørrina. 

 

Sveitti

Sveittin fer at lukta, tá mann kemur í kynsbúning. Tí er tað týdningarmikið at vaska sær væl hvønn dag, undir ørmunum og í neðra, annars kann mann koma at lukta av sveitta. Í neðra kann mann nýta tað sum eitur intimsápa, tað er sápa, sum hevur eitt lægri ph-virði - sum svarar til ph-virðið í neðra, so tann sápan er góð at brúka har. Undir armin kann mann eisini nýta deodorant.  

Pirrur

Pirrur standast av bruna í sveittaholunum á húðini og koma m.a. av hormonbroytingunum í kroppinum. Næstan øll fáa pirrur í kynsbúningaárunum. Summi fáa bara eina pirru og onnur fáa nógvar. Tað kann hjálpa at halda húðina reina. 

Kenslur og tankar
Teknifilmur um kynsbúning
Bind, tampon og menstruatiónskoppur
Bind, tampon og menstruatiónskoppur

Bind

Tá ein genta fær mánasjúku, er vanligt at hon byrjar at brúka bind. Bindið sýgur blóðið sum kemur úr skeiðini. Á bakinum er klistur, sum ger at bindið festir seg á trussuna. Til ber til at keypa bind í ymiskum støddum, tjúgdum og longdum. Eisini er bind við "veingjum" sum kunnu bukkast aftur um kantin á trussuni, sum ger at bindið festur seg betur. Um náttina ber til at nýta "náttbind" sum er longri enn vanligt bind. Bind eigur at verða skift umleið 4. hvønn tíma, fyri at forða at bløtt verður gjøgnum trussurnar og fyri at fyribyrgja keðiligan lukt. 

 

Trussuinnlegg

Trussuinnlegg er tynnri enn bind, og kann nýtast teir síðstu dagarnar í mánasjúkuni tá gentan bløðir minni, ella um hon hevur útflot.

 

Tampon

Tampon er gjørt úr bummull.  Tað verður ført inn í skeiðina við hylki sum er samla av tveimum rørum gjørd úr plastikki ella pappi. Nøkur sløg av tampon hava ikki hylki. Eisini eru ymiskar støddir og ymisk súgvievni. At nýta tampon krevur venjing. Gott er at byrja við einari lítlari stødd og vaksa um neyðugt. Um hvítir plettir eru á tampongini tá hon kemur út, er hon ov stór. Ein tampon eigur at verða skift 4. hvønn tíma, fyri at forða fyri útflot, ampa av lukti og bruna.

TSS (toksisk shock syndrom) kallast eisini tampon-sjúka, sum er ein álvarsamur bruni í kroppinum. TSS er sera sjálvsamt, men kann taka seg upp, um tamponin situr ov leingi.

Menstruatiónskoppur

Menstruatiónskoppur er eitt lítið hylki úr bleytum gummi, ið kann setast upp í skeiðina. Har savnar hann blóðið ið kemur við mánasjúkuni. Týdningarmikið er við góðum reinføri, tá ein nýtir menstruatiónskopp. Koppurin er umhvørvisvinarligur og kann endurnýtast. Aftaná brúk verður hann skolaður við vatni.

Hentar slóðir: Menstruationskop - webapotek