Svøvnur

Góður svønur er týdningarmikil fortreyt fyri, at barnið trívist í gerandisdegnum og fær ein góðan skúladag.  

Tá vit sova, fer ymiskt fram í kroppinum, sum styrkir heilsuna og heldur okkum frá sjúku. Góður svøvnur styrkir immunverjuna, fyribyrgir strongd, ovurfita og hevur jaliga ávirkan á sinnalagið hjá barninum. Eisini lærir og hugsavnar tað seg betri. 

Fyri at sova væl, er týdningarmikið við reglusemi og góðum svøvnvanum. Fastir vanar í samband við svøvn geva eina góða døgnrytmu. 

Góð ráð innan songartíð

Beint innan songartíð verður vilt spæl, rørsla, brúk av sjónvarpi, teldu og telduspølum frárátt. Betri er við friðaligum føstum vanum, sum kunnu hjálpa barnið at sovna. Eisini er gott at sova í einum myrkum svalligum rúmi ið er væl útluftað. 

 

Hvussu nógv eigur skúlabarnið at sova?

Børn sum eru 7 til 12 ár hava tørv á at sova 9-11 tímar hvørja nátt. Um familjan hevur nógv at gera, kann tað hava við sær at barnið fer ov seint í song, so tað ikki fær nokk av svøvni.