Harðskapur móti børnum og ungum - tað er tín ábyrgd

Harðskapur móti børnum og ungum

Harðskapur móti børnum og ungum - tað er tín ábyrgd

At harðskapur móti børnum og ungum fer fram, er neyvan nakar í iva um. Hóast stóru avleiðingarnar harðskapur hevur fyri einstaka barnið, eru tað tíverri fleiri børn og/ella ung, sum javnan, og summi kanska dagliga, uppliva harðskap. Antin móti sær sjálvum, ella við at vera vitnið til harðskap í familjuni. Harðskapur mótvegis børnum, er ikki loyvt í Føroyum.

Hóast hetta fer harðskapur fram.

Heilsufrøðingarnir í Gigni eru í dagliga arbeiðnum við til at avdúka, men eisini at fyribyrgja harðskap. Hetta er bæði við upplýsing, men serliga í dagliga samskiftinum og heimavitjanunum í smábarnafamiljunum, umframt í dagliga samskiftinum við børn og ung í skúlunum. Ert tú úti fyri harðskapi, ella tørvar tær ráð og vegleiðing, ella onkran at tosa við, ert tú vælkomin at venda tær til Gigni.

At tora at síggja harðskap og verða við til at steðga áganginum er tín ábyrgd!

At síggja harðskapin er ikki nøkur løtt uppgáva, tí uppgávan er at síggja tað, ið ikki verður sagt við orðum.  

Sum heilsufrøðingar hava vit fráboðanarskyldu, um vit eru vitandi um, ella hava grund til at halda, at eitt barn er fyri harðskapi, tað veri seg likamligur, sálarligur, kynsligur ella materiellur harðskapur. Í summum førum kann talan vera um fleiri sløg av harðskapi mótvegis sama barni.

Sum borgari hevur tú eisini persónliga fráboðanarskyldu, verður tú varug/-ur við, ella hevur orsøk til at halda, at eitt barn veksur upp undir viðuskiftum, ið kunna skaða tess heilsu og menning. Hetta sambært galdandi Barnaverndarlóg. Tískil eigur tú, antin tú ert fakfólk ella leikfólk, at fráboða Løgregluni og Barnaverndartænastuni frá, um tú verður varug/-ur við, ella hevur grund til at halda, at eitt barn er fyri harðskapi.

At vera fyri harðskapi, antin tað er likamligur, sálarligur og/ella kynsligur harðskapur, hevur stór árin á likamligu, sálarligu og sosialu heilsuna.

Likamligur harðskapur kann føra til:

  • Aggressiva atferð

  • Trupulleikar við at handfara ósemjustøður

  • Tekin til posttraumatiska strongd

  • Angismerkta atferð

  • Seinkaða sosiala, kognitiva og kensluliga menning

  • Trupulleikar við at hugsavna seg og við innlæring

  • Sjálvskaðandi atferð

  • Ógleði og tunglyndið

  • Minni likamligar skaðar, blá merkir, riftir o.s.fr.

  • Størri likamligar skaðar, sum t.d. forstuvningar, brot á beinagrind, t.d. armbrot, heilaskaða og í ringasta føri deyða

  • Lágt sjálvsvirði, lága sjálvskenslu, sjálvmorðstankar og -atferð

  • Trupulleikar í vaksnamannalívinum, t.d. við sosialum samspæli, í parlagi og sum foreldur, eins og í arbeiðshøpi

Sálarligur harðskapur kann føra til:

  • Innanhokni og angist

  • Ógleði og/ella tunglyndið

  • Aggressiva atferð

  • Seinkaða ella tarnaða menning

  • Trupulleikar við innlæring

  • Trupulleikar við at hugsavna seg

  • Sosiala isolatión - einsemi

  • Lágt sjálvsvirði - lága sjálvskenslu

  • Manglandi sjálvsálit - hjálparloysið

  • Trupulleikar við at megna nýggjar avbjóðingar

  • Sjálvskaðandi atferð, sjálvmorðstankar og -atferð

  • Etingarólag, bæði yvir- ella undirvekt

  • Trupulleikar í vaksnamannalívinum, t.d. við sosialum samspæli, í parlagi og sum foreldur, eins og í arbeiðshøpi

Hetta eru stór árin, sum hava stóran týdning fyri likamligu, sálarligu og sosialu heilsuna hjá barninum og/ella tí unga, ikki bara beint nú, men eisini langt framyvir. Tískil er sera týdningarmikið, at fyribyrgja og steðga harðskapi, so týðliga og skjótt sum møguligt.

Ingvør Justinussen, Gigni 

Tekin til likamligan og/ella sárligan harðskap

Hvat síggji eg?

Tekin til likamligan og/ella sálarligan harðskap

Ofta kann tað vera trupult hjá okkum, sum eru rundanum børn og familjur ið eru fyri harðskapi at vita, hvat tað er, sum vit eiga at vera varug við. Heilsufrøðingarnir í Gigni eru vanir við at tosa við og eygleiða børn og ung. Í hesum sambandi eru teir eisini ofta varugir við tekin og signalir, sum børn og ung vísa.

Børn og ung, sum trívast illa, hava ofta eina órógvandi atferð. Henda atferð kann vera ein fylgja av ymiskum viðurskiftum, so sum umsorganarsvíki, men atferðin kann eisini vera ein fylgja av likamligum og/ella sálarligum harðskapi. Tað eru tó fleiri tekin, sum vit eiga at vera varug við hjá børnum og ungum, sum vísa at barnið ikki trívist og møguliga hevur verið fyri harðskapi.

Hesi kunna t.d. vera:

  • Likamliga tekin, so sum blá merkir, sár o.a.

  • Aggressiv atferð, vreiði og illsinnisherðindi, uttan eyðsýnda orsøk

  • Harðlig atferð

  • Trupulleikar við at handfara ósemjustøður

  • Nógva sjúkrafráveru á t.d. stovni ella skúla

  • Bangin fyri at fara heim - rýmur heimanífrá

  • Innanhokni og illgrunasemi

  • Sleppur sær undan ella hevur eina avvísandi atferð mótvegis vaksnum

  • Grunnskygt samband við vinir og spælifelagar

  • Likamligar (somatskar) reaktiónir, so sum ilt í búkinum, høvuðpínu o.s.fr.

  • Órólig og fjáltursmerkt atferð

Tað er týdningarmikið at vera varugur við, at tað sum oftast ikki eru týðulig tekin til at harðskapur fer fram. Tað finst ongin ótømandi listi við teknum og signalum til harðskap.

Sjálvt um eitt barn hevur eina órógvandi atferð, nýtist tað ikki at merkja at barnið er fyri harðskapi. Hinvegin royna flestu børn og ung ofta at goyma, at tey eru ella hava verið fyri harðskapi. Í nøkrum førum kann barnið ella tann ungi síggja út til at verða uttan árin og/ella tekin til at hava verið fyri harðskapi.

Tekin og signalir nýtast ikki at merkja, at harðskapur er farin fram, men tey eiga altíð at viðføra, at vit kanna støðuna og umhugsa hvat ið eigur at verða gjørt, fyri at betra støðuna hjá barninum ella tí unga.

Sum vaksin eiga vit altíð at vera tilreiðar at síggja og lurta eftir teknum og signalum, ið barnið ella tann ungi vísir okkum. Serliga eiga vit at reagera, um eitt barn ella ein ungur knappliga broytur atferð, ella um sama barn ella ungur vísir fleiri av teknunum, sum kunna verða tekin til at harðskapur fer fram.

Tað týdningarmesta fyri barnið ella tann unga er, at tað í minsta lagi er ein vaksin, sum barnið ella tann ungi trygt kann fara til, sum lurtar og tekur tey í álvara og, sum eisini kann hjálpa við, at steðga harðskapinum.

Ert tú fyri harðskapi, ella ert tú ørkymlað/-ur um atferð, tekin og signalir hjá einum barni ella ungum, ert tú altíð vælkomin at venda tær til Gigni ella beinleiðis til heilsufrøðingin á avvarðandi skúla ella smábarnaøki.

Ingvør Justinussen, Gigni

Kelda: Vores ansvar

Kynsligur ágangur

Hvat er kynsligur ágangur?

Kynsligur ágangur merkir, at ein vaksin ella onkur sum er nøkur ár eldri, brúkar eitt barn ella ungan til, at nøkta sínar egnu kynsligu lystir og tørv.

Kynsligur harðskapur, misnýtsla ella insest eru bara onnur heiti, sum merkja tað sama sum kynsligur ágangur.

Tann vaksni ger nakað seksuelt saman við, ella við barnið ella tann unga, sum ikki er náttúrligt fyri eitt barn og, sum barnið ikki sjálvt hevur funnið uppá. Hon ella hann er vorðin lokkað/lumpað, noydd til ella trúað.

Hetta er harðskapur móti børnum og er ikki loyvt.

Tín kroppur er tín, og tú hevur altíð, altíð, altíð rætt til, at ráða yvir tínum kroppi!

Kynsligur ágangur kann verða framdur á ymiskan hátt:

Tað er kynsligur ágangur um tú verður lokkað/-ur ella trúað/-ur til :

  • at hava samlegu við tann vaksna, ella ein sum er eldri enn tú

  • at skula luttaka í øðrum sløgum av seksuellum gerðum, sum t.d. at sutta penis hjá tí vaksna

  • at røra við hansara ella hennara kynsgøgn; t.d. hansara penis ella hennara vagina

  • at tann vaksni rørir við tíni kynsgøgn

  • at skula hyggja ímeðan tann vaksni blottar seg ella onanerar

  • at verða tvungin til, at hyggja eftir pornofilmi ella hoyra, at vaksin tosa við onkran ella tosa um onkran við fúlum orðum

  • at onkur lúrir eftir tær, meðan tú ert í bað

Tað er ongantíð tín skyld!

Kynsligur harðskapur kann henda einaferð ella nakrar fáar ferðir, men hann kann eisini henda aftur og aftur í fleiri ár. Børn og ung, sum eru útsett fyri kynsligum ágangi kunna føla, at tað uppá onkran máta er teirra egna skyld.

Faldari um kynsligan ágang

(Kelda: Vores ansvar og SISO)

Ingvør Justinussen, Gigni

Tekin til kynsligan ágang

Hvat síggji eg? - tekin til kynsligan ágang

í Samband við kynsligan ágang/harðskap er týdningarmikið at leggja til merkis, at tað finnast ikki eintýðug tekin, ið vísa, at eitt barn hevur verið fyri kynsligum harðskapi. Barnið sigur hinvegin frá við sínum atburði, at tað mistrívist - og ein av orsøkunum til hetta kann vera kysligur harðskapur. Tí er altíð týdningarmikið at reagera, um eitt barn broytir atburð, ella við sínum atburði vísir tekin til mistrivnað.

Hinvegin er tað ikki so lætt at gjøgnumskoða  eina atferð, sum bendir á, at barnið hevur verið útsett fyri kynsligum harðskapi eina ella fleiri ferðir. Børn eru ymisk, og vísa á ymiskan hátt, at tey ikki hava tað gott, men øll vilja tey vera merkt av tí, tey hava verið úti fyri.

Nøkur børn, ið hava verið úti fyri kynsligum harðskapi, siga tað beinleiðis við onkran vaksnan, ið tey hava álit á. Tað er sera týdningarmikið at trúgva tí, barnið sigur frá. Tó siga børnini tað ofta meira óbeinleiðis og á ein hátt, sum bert gevur onkrar smáar ábendingar um tað, barnið hevur verið úti fyri. Lat tann vaksna, sum barnið hevur best samband við og álit á, tosa við barnið, og spyrja opið til tað, ið barnið sigur. Tað er sera týdningarmikið ikki at tráspyrja og avhoyra barnið – hetta er uppgávan hjá løgregluni. Lat vera við at vísa títt egna órógv og ótta í spurningunum, tú spyr barnið. Royn og spyr so óávirkað og uttanveltað sum tilber.

Nógv børn velja tó ongantíð at siga nakað um ágangin, og tí er neyðugt at kenna tey tekin, ið ein eigur at reagera uppá.

Møgulig likamlig tekin og atburður

Likamlig tekin:

Likamlig tekin kunna vera ein beinleiðis fylgja av kynsliga harðskapinum. Talan kann vera um roða, merkir, øsing ella bløðingar á húðini við kynsgøgn, munnin ella rumpuholið. Eisini kann talan vera um undirlívspínu og/ella eyðsýnt stigni, tá barnið skal pissa ella kukka.

Óvilja vatnlát ella opningur:

Barnið kann byrja at pissa ella kukka í buks, sjálvt um barnið frammanundan hevur lagt hetta av.

Klædnastílur og kropsburður:

Barnið kann royna at fjala útyvir kynsbúningina, við t.d. at lata seg í stór klæðir. Eisini kunnu tað verða børn/ung, ið lata seg serliga eggjandi í, ella børn, ið als ikki eru aldurssvarandi teirra klædnastíl. Barnið/tann ungi kennir andstygd mótvegis egnum likami, er órøktur o.s.fr.

Etingarólag:

Barnið svøltar seg ella etur nógv, fyri síðani at spýggja matin uppaftur. (Anoreksi ella Bulimi). Barnið etur ov nógv og er hættisliga feitt.

Møgulig sálarlig tekin

Psykosomatisk tekin:

Kunnu vera børn ella ung, ið hava ilt í búkinum ella høvdinum, uttan at orsøk kann staðfestast til hetta. Somuleiðis kann barnið ella tann ungi verða serliga støkkin ella hveppin, hava hábrøgd ella hava eina fjálturstungna framferð.

Ógrundaður grátur - angist - ótryggleiki:

Eitt barn ella ungur, sum er fyri kynsligum harðskapi, er støðugt í einari sera kenslubornari og viðkvæmari støðu, serliga tá tað kennir, at tað ikki kann tosa við nakran um tilveruna og sínar upplivingar. Hetta kann føra til knappligan, og at síggja til ógrundaðan grát ella angist. Barnið kann t.d. knappliga gerast bangið fyri myrkri, serstøkum ljóðum og luktum ella t.d. bangi fyri at vera einsamalt.

Kensluloysið - undanførni - høpisloysið - tunglyndið:

Barnið, sum er úti fyri kynsligum harðskapi, kann kenna maktarloysi. Barnið skilur kanska ikki, hvat tað er, sum tað verður útsett fyri. Barnið kann vera merkt av einari kenslu av dapurleika, ógleði og einsemi, sum kann menna seg til ein atburð, merktur av tunglyndi.

Manglandi sjálvsvirði - hjálparloysi - óvirkni:

Eitt barn, sum hevur verið úti fyri kynsligum harðskapi, hevur ofta lyndið til at halda illa um seg sjálvan. Kenslan av sjálvvirði hjá barninum gerst verri, minkar ella hvørvur. Barnið missir álitið á seg sjálvan og egnar førleikar, og kann tí tykjast serliga hjálparleyst og óvirki.

Svøvnloysi - marrudreymar:

Øll børn kunna til tíðir vera bangin fyri myrkri og uppliva nætur, har tey hava ringt við at sova og/ella hava marruna, men tað eigur at verða givið gætur, um eitt mynstur tekur seg upp, ella svøvnloysi og/ella marrudreymir koma fram, saman við øðrum teknum úr hesum yvirlitinum.

Møgulig sosial og atburðarlig tekin

Broyting av atburði/atferð:

Kennir tú barnsins normalu atferð frá fyrr av, og leggur merki til brádligar, eyðsýndar/týðiligar broytingar, eigur tú at reagera. Barnið kann hava ringt við at vera partur av einum bindandi og kenslubornum sambandi/samspæli við onnur. Somueliðis kann tað hava mist sítt forvitni og sítt álit á kringumstøðurnar. Legg serliga til merkis, at kynsligur harðskapur kann hava vart í mong ár. Tá er ikki altíð møguligt at síggja broytingar í atburðinum/atferðini hjá barninum.

Áfallandi virkin kynslig atferð:

Eitt barn, ið hevur verið úti fyri kynsligum harðskapi, vísir hetta møguliga við at spæla sera framkomin kynsliga merkt spøl. Nøkur hava eina áfallandi kynsliga merkta atferð mótvegis vaksnum, har talan er um eina samanblanding av sambandi/umsorgan og kynslívi, tí at barnið, vegna kynsliga harðskapin, ikki hevur lært at skilja ella gera mun á hesum.

Stikni til at vera saman við ávísum persóni:

Alt eftir aldri, menningarstigi og sambandi annars við ein møguligan skemmara, vil barnið kanska mótmæla móti, at vera saman við, ella einsamalt við einum ávísum persóni.

Stríðshugur - niðurbrótandi - ovurvirkni:

Nøkur børn reagera mótvegis kynsliga harðskapinum við at gerast stríðshugaði/aggressiv móti øðrum børnum og vaksnum. Somuleiðis kann talan vera um óskiljandi illsinnisherðindi. Hetta kann føra til likamliga harðlig álop á onnur. Onnur børn reagera við einum ovurvirknum atburði, har tey eru merkt av at skifta virksemi við sera høgari og óstøðugari ferð.

Manglandi hugsavnan/bindindi:

Fleiri av børnunum fáa/hava trupulleikar við hugsavnan/bindindi, innlæring og spæli.

Sjálvskaðandi atferð:

Hjá størri børnum kann talan vera um sjálvmorðstankar ella aðra sjálvskaðandi atferð, har barnið t.d. skerir seg sjálvan (cutting), brennir seg sjálvan og líknandi.

Regrederandi atferð:

Afturstig (regressión) merkir, at barnið gongur aftur í menningarstigi og brádliga fær eina atferð, sum tað annars var vaksið frá. T.d. kann talan vera um, at barnið byrjar aftur at pissa í song ella buks, kukka í buks, tosa við barnsligari rødd, fer í baklás í annars kendum støðum o.s.fr.

Áhaldandi/støðug tøgn:

Loyndarmál og hóttanir um revsi- ella hevndaratgerð um harðskapurin verður avdúkaður, kann vera ein stór byrða hjá einstaka barninum. At avdúka kynsliga harðskapin kann tí tykjast meira ræðandi fyri barnið, enn sjálvur ágangurin. Hetta kann føra til, at barnið avbyrgir seg og tigir um tað, sum er farið fram.

Tað er ymiskt hvussu ein reagerar

Gentur, sum verða kynsliga misnýttar, halda ofta, at okkurt er galið við teimum, teirra útsjónd ella teirra atburði. Tær hugsa at: “hetta hendir, tí eg geri okkurt skeivt”.

Dreingir, sum verða kynsliga misnýttir, føla ofta skomm og hava verri við at viðganga fyri sær sjálvum (og øðrum), at teir eru tvungnir til nakað kynsligt. Teir siga tí ofta, at teir sjálvbodnir hava verið við til tað sum er farið fram.

Kynslig misnýtsla kann gera/viðføra, at ein ikki dámar seg sjálvan ella sín kropp.

Nøkur børn og ung læsa seg inn í seg sjálvan. Tey tora ikki at tosa í trúnaði við nakran, tí tey eru bangin fyri at koma til at siga, hvat er hent millum tey og t.d. pápa teirra, fosturpápan, abban ella hvør tað nú er, sum misnýtir tey.

Onnur gerast verri fyri í skúlanum. Sjálvt um tey hava gjørt sítt heimaarbeiði, so minnast tey ikki, hvat tey hava lisið. Tey klára heldur ikki at hugsavna seg um tað, sum lærarin sigur. Hetta er eitt slag av strongd. Um lærarin ikki skilur, at okkur er rívandi galið, kann henda, at hetta, omaná alt hitt, viðførir trupulleikar við skúlan.

Nøkur gerast sjúk og fáa sera ilt í høvdið og/ella búkin.

Uppaftur onnur byrja at straffa seg sjálvan. Tey lata vera við at eta, ella oveta seg. Onkur byrjar eisini at roykja, drekka rúsdrekka ella brúka rúsevni.

Onkur royna at skera seg sjálvan ella at gera sjálvmorð.

Hjá nøkrum eydnast at “gloyma”, hvat tey hava verið útsett fyri. Ikki fyrr enn tey eru vorðin vaksin, byrja tey at fáa sálarligar trupulleikar av tí, sum er hent teimum, meðan tey vóru børn ella ung.

(Kelda: Vores ansvar og SISO)

Ingvør Justinussen, Gigni