Umfarssjúkur

Tær flestu umfarssjúkurnar hjá skúlabørnum eru ikki álvarsamar, men koma tíðum, serliga í vetrarhálvuni. Tað eru t.d. búkilska og sjúkur í andaleiðini. Fyri ikki at smitta onnur børn og vaksin er tað av týdningi, at børn eru heima, meðan tey eru sjúk.

Eitt sjúkt barn setur serlig krøv til røkt og eftiransni. Tað hevur tí týdning, at barnið verður passað av tilkomnum fólki, sum tað kennir væl og er trygt við. Tað er almenni heilsustandurin hjá barninum, sum ger av, um barnið skal kannast av lækna ella ikki.