Tá barnið byrjar í skúla

Við skúlabyrjan kemur barnið saman við foreldrunum til eina innskúlakanning og samrøðu.

Kanningin fevnir um:

  • Funktiónskanning viðvíkjandi sansabúning og motoriskum førleika
  • Eygnakanning
  • Hoyriroynd
  • Litsjónarroynd
  • Hædd og vekt

Samrøðan snýr seg eina mest um heilsuna, trivnaðin og menningina hjá barninum, og um tað møguliga eru serlig viðurskifti viðvíkjandi barninum, ið ein eigur at hava fyrilit fyri. Evni, ið tosað verður um eru m.a.: heilsa, matur, svøvnur, vinir og annars menningina higartil. 

Tá barnið byrjar í skúla, byrjar eitt nýtt tíðarskeið í lívinum hjá barninum og foreldrunum. At byrja í skúlanum kann tykjast sera spennandi, men til tíðir eisini sum ein stór avbjóðing fyri barnið, tí alt er nýtt og barnið skal fyrihalda seg til nógv nýtt í senn.

Á heimasíðuni skolemælk ber til at lesa meira um skúlabarnið og ymiskt, ið er tengt at skúlatíðini.

Foreldur og børn eru altíð vælkomin at venda sær beinleiðis til heilsufrøðingin á skúlanum, um tey hava okkurt at spyrja um ella ivast í.