Barnsburðartunglyndi
Allar mammur í Føroyum fáa tilboð um at verða kannaðar av heilsufrøðingi fyri barnsburðartunglyndið, tá barnið er umleið 2 mánaðar gamalt.
Tunglyndið í samband við barnsburð, kann vísa
seg á ymiskan hátt. Tekin til barnsburðartunglyndið kann t.d. vera eitt ella fleiri av hesum eyðkennum.
Kjarnueyðkenni:
• Ógleði
• Niðursettur hugur
• Niðursett orka
• Møði
Fylgieyðkenni:
• Kensla av vónloysi
• Kensla av máttloysi
• Manglandi orku til at taka sær av barninum
• Manglandi gleði
• Skuldarkensla
Tunglyndið kann raka øll og er ikki tekin um veikleika av nøkrum slag. Tað fæst góð hjálp fyri tunglyndið. Av tí at barnsburðartunglyndið rakar eitt tíðarskeið í lívinum, sum hevur so stóran týdning fyri alla familjuna, er týdningarmikið, at fáa hjálp so skjótt sum møguligt.