Pápar og barnsburðartunglyndi

Pápar og barnsburðartunglyndi

Barnsburðartunglyndi rakar eisini pápar. Tað eru umleið 7-10 prosent av øllum pápum, sum fáa barnsburðartunglyndi. Tunglyndi kann koma longu í viðgongutíðini ella aftaná barnsburðin. Tíbetur kann barnsburðartunglyndi viðgerast, og jú skjótari tú kemur í viðgerð, jú størri er møguleikin fyri at koma væl ígjøgnum tilgongdina.

Hvussu veitst tú, um tú hevur barnsburðartunglyndi?

Um tú hevur barnsburðartunglyndi, kanst tú fáa tunglyndar tankar ella angist, blíva illur ella fáa hug at ríma frá øllum. Støður og tankar, sum kunnu benda á, at tú hevur eyðkennir um barnsburðartunglyndi kunnu vera:

  • Hjálparloysi: "Eg megni ikki at liva upp til mína ábyrgd", "Eg verði ein vánaligur pápi", "Eg megni ikki at geva nóg góða umsorgan", "Eg megni ikki at hava tamarhald á støðuni".

  • Vónloysi: "Mítt lív verður oyðilagt", "Vit skuldu ongantíð havt fingið barn", "Eg megni tað ikki", "Onki hjálpir"

  • Undirmeting av tær sjálvum: "Eg eri ein vánaligur pápi", "Eg dugi ikki at vera pápi".

  • Skuldarkensla: "Eg eri ikki nóg góður", "Eg burdi verið glaður", "Eg kann ikki loyva mær ikki at elska mítt barn", "Barnið fær eitt ringt lív við mær sum pápa".

Hvat hendir, um tú hevur barnsburðartunglyndi?

Nakrir menn hava trupult við at merkja, um teir hava tað sálarliga ringt, og hava trupult við at tosa um, hvussu teir hava tað. Tað hevur tí týdning at merkja eftir og taka tað til eftirtektar, sum tey nærmastu siga, um at atburðurin møguliga er broyttur.

Eyðkennir um barnsburðartunglyndi hjá pápum kunnu vera:

  • Kropsligir trupulleikar - svøvnloysi, ringur matarlystur, trupuleikar at hugsavna seg

  • Angist

  • Ógleði og manglandi áhugi

  • Ráðaloysi og óró

  • Manglandi sjálvsvirði og skuldarkensla

  • Svartskygni

  • Sjálvmorðstankar

Nakrir pápar hava eisini hesi eyðkennir:

  • Vreiði ímóti barninum, makanum, sær sjálvum osfr.

  • Stríðshugur (aggresivitet)

  • Gerst lættliga strongdur

  • Taka seg burturúr sosialum sambondum

  • Vísa aftur, at tørvur er á hjálp

  • Ógvuliga upptikin av arbeiði, frítíðarvirksemi, telduspøl og tílíkum

  • Misbrúk

Soleiðis kemur tú burturúr tínum barnsburðartunglyndi:

Tað hevur týdning at leita sær hjálp, um tú hevur barnsburðartunglyndi. Tað er í øllum førum gott at tosa við onkran annan enn tín maka, um tínar hugsanir og kenslur.

Barnsburðartunglyndi hjá pápum kann líka so væl sum hjá mammum hava neiliga ávirkan á menningina og trivnaðin hjá barninum.

Barnsburðartunglyndi kann viðgerast við samtalum, antidepressivum heiligvági ella við báðum samstundis. Endamálið við viðgerðini er at fáa tað betri sálarliga og at styrkja sambandið við barnið.

Um tú hevur fleiri av hesum eyðkennum, eigur tú at tosa við tín lækna ella heilsufrøðingin um tað. Tað ræður um at fáa viðgerð skjótast tilber, so tú og títt barn kunnu fáa mest møguliga gleði av hvørjum øðrum.

Hendan upplýsingin er tikin av heimasíðuni Farforlivet.dk

Tú kanst eisini lesa meira um hetta hjá Psykiatrifonden.dk