Skjót hjálp er góð hjálp

Av tí at barnsburðartunglyndi rakar eitt tíðarskeið í lívinum, sum hevur so stóran týdning fyri familjuna, er týdningarmikið at fáa hjálp so skjótt sum tilber.

Um mamman hevur fingið staðfest tunglyndi, er týdningarmikið at hon fær hjálp frá fakfólki skjótast tilber. Skjót hjálp er besta hjálpin.

Tey flestu avvarandi vilja hjálpa, men tað kann vera ringt at vita hvussu.


Um man ikki sjálvur hevur verið raktur av tunglyndi, kann tað vera torført at skilja, hvat tað merkir at hava tunglyndi. Sum avvarðandi kunnu vit ikki bara hugsa, hvussu vit sjálvi gjørdu, tá vit vóru kedd og geva ráð út frá tí. Ráð sum t.d. "tú skalt bara hugsa meira positivt" ella "tú skalt bara taka teg saman, so gongur tað nokk" duga als ikki.

Sum avvarðandi er tað av stórum týdningi at minnast, at hóast tað kann tykjast svárt og ringt at hava tamarhald á støðuni, so er tín hjálp ómetaliga týdningarmikil.

Barnsburðartunglyndi rakar ikki bert mammuna. Tað er eisini ein torfør tíð fyri hennara næstu: Hjúnafelagin/makan, børn, ommur og abbar.

Hav gott mót!
Møguleikin er góður fyri hjálp!
Útlitini fyri bata eru góð.