Tað hevur týdning at

  • Vera opin um hvussu tú hevur tað, og hvussu støðan hjá tær er,
    mótvegis tínum nærmastu og teimum tú hevur álit á
  • Tosa við heilsufrøðingin og/ella kommunulæknan. Um tað er í
    viðgongutíðini ber til at biðja um vitjan frá Gigni, umframt at
    tosa við ljósmóðurina
  • Tosa við familju og vinfólk
  • Lata pápan hava og vera um barnið so nógv sum møguligt
  • Fáa onkran at hjálpa við tí húsliga
  • Fara út og fáa fríska luft hvønn dag. T.d. at fara ein gongutúr dagliga
  • Vera saman við øðrum menniskjum. Fara út millum fólk í staðin fyri at halda teg heima og fyri teg sjálva
  • Koma í mammu/foreldrabólk