Bróstagevingsráðgeving

Gigni hevur eina telefonráðgeving mánadag til fríggjadag frá kl. 19.00-21.00. Tað eru heilsufrøðingar, sum svara telefonini.

Telefon nummarið er 562323.

Telefonráðgevingin er í fyrstu atløgu ætlað til foreldur, sum hava avbjóðingar við bróstageving.

Móðurmjólkin er besta føðin fyri nýføðingin, og móðurmjólkin inniheldur júst tað, sum barnið skal fáa til tess at vaksa sum best og hava so góða heilsu sum gjørligt. Móðurmjólkin verjir eisini barnið fyri fleiri sjúkur í pinkubarnaaldrinum, sløkkir tostan og er trygd fyri vætutroti. Eisini í longdini hevur bróstagevingin týdning fyri heilsuna bæði hjá barni og mammu.

Samstundis vita vit, at tað kunnu koma trupulleikar við bróstagevingini, serliga í byrjanini. Tað kann vera í mun til sár á vørtunum, at barnið ikki vil taka, ov lítil mjólkamongd osfr.

Tilmæli frá WHO og Sundhedsstyrelsen er, at børn einans fáa bróst til tey eru umleið 6 mánaðir og lutvíst til tey eru minst 12 mánaðir.

Í 2019 vístu tølini hjá Gigni, at 78% av føroyskum børnunum fingu einans móðurmjólk tá tey vóru 1 mánaðargomul, sløk 71% tá tey vóru 4 mánaðargomul og sløk 22% tá tey vóru 6 mánaðargomul.

Okkara vón er, at vit við hesi ráðgevingini, kunnu hjálpa nøkrum foreldrum til at halda áfram við at geva bróst, hóast avbjóðingar.

Les meira um bróstageving á okkara heimasíðu her.