Spyr heilsufrøðingin

Hevur tú spurningar til heilsufrøðingin, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Gigni við at ringja á tel. 614000 gerandisdagar millum kl. 10-15, ella við at senda ein teldupost til gigni@gigni.fo

Um hvat
Tað ber til at spyrja um alt, sum heilsufrøðingar arbeiða við. Tað kann vera í mun til smábørn, skúlabørn og í mun til foreldrauppgávuna. Tað er altíð best at spyrja sín egna heilsufrøðing um tað, sum man ivast í. Um tit ikki hava samband við heilsufrøðing, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Gigni.