Til pápar

Hetta er tað, tú sum pápi fært burturúr, tá ið heilsufrøðingurin vitjar

Sum pápi ert tú ein í húskinum, heilsufrøðingurin vitjar, og tú kanst fáa nógv burturúr at vera við, tá ið vitjanin er, um tú hevur høvi til tað. Tá fært tú tað seinasta at vita um, hvussu barnið mennist og trívist, og fært allar spurningarnar, tú hevur um barnið, svaraðar, tína ábyrgd sum pápi, familjulív og mangt annað.

Trinni ráð, tá ið heilsufrøðingurin vitjar

Hugsa um, hvat tú ætlar tær at spyrja um.

Práta við unnustuna um tað, tykkum tørvar.

Himprast ikki við og spyr heilsufrøðingin.

Nýt høvið, tá ið heilsufrøðingurin vitjar

Hóast øll hugsa um barnið og unnustuna beint eftir, at hon hevur átt, er heilsufrøðingurin eisini har fyri tína skyld. Tú kanst fáa nógv burturúr at vera við, tá ið vitjanin er, so hugsa um, hvat tú ætlar tær at spyrja um, práta við unnustuna og halt teg framat. Soleiðis ert tú við og fært pápaleiklutin við inn í vitjanina.

Hvørjum kann heilsufrøðingurin hjálpa við?

Umframt at gáa um, hvussu unnustan, barnið og tú hava tað hevur heilsufrøðingurin eisini nógvan kunnleika og amboð, sum tú kanst fáa gagn av sum nýggjur pápi.

Til dømis:

  • Menningin hjá barninum

  • Hvussu tú sum pápi kanst gera títt til frá byrjanini

  • Skifti við svøvni og vøku

  • Hvat kanst tú gera saman við barninum; samband, spæl og annað

  • Fyribyrging av sjúku og vanlukkum

  • Hvussu er at bera barnið

  • Foreldraskapur og foreldrauppgávur

Himprast ikki við at spyrja heilsufrøðingin um tað, tú ivast í ella hevur tørv á at fáa hjálp til. Tað kunnu vera spurningar um barnið, um teg sum pápa, ella hvussu tú á bestan hátt knýtir teg at barninum beinanvegin.

Hvør er heilsufrøðingurin? 

– Heilsufrøðingurn er ein liðurí almennu heilsutænastuni

– Heilsufrøðingurin er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur eftirútbúgving í tørvinum hjá barninum og familjuni

– Heilsufrøðingurn kemur ikki at vitja fyri at finnast at, men fyri at hjálpa og vegleiða tykkum sum familju

Tú kanst fáa nógva kunning um pápaleiklutin á donsku heimasíðuni "Far for livet".