
Tá foreldur missa eitt barn
Tá foreldur missa eitt barn við føðing ella innanfyri tað fyrsta árið, setir heilsufrøðingurin seg í samband við foreldrini og bjóðar at koma á vitjan.
Heilsufrøðingurin kemur á vitjan fyri at lurta, hjálpa og vegleiða familjuni í sorgini.
Um familjan ynskir tað, kann heilsufrøðingurin koma aftur á vitjan eftir tørvi.
Evnir ið tosað verður um, kunnu m.a. vera ymiskar sorgreaktiónir, parlagið, framtíðardreymar og systkin. Heilsufrøðingurin kann eisini kontakta Beran, um familjan ynskir tað.