
Tá foreldur uppliva at miss eitt barn.
Tá foreldur uppliva at missa eitt barn við føðing, ella innanfyri tað fyrsta árið, setir heilsufrøðingurin seg í samband við tey á sms ella við at ringja. Heilsufrøðingurin upplýsir foreldrini um, at hann fer at seta seg samband við tey aftur innan 14 dagar, fyri at bjóða vitjan.
Heilsufrøðingurin kemur á vitjan fyri at lurta, hjálpa og vegleiða familjuna í sorgini.
Um ynski er um tað, kann heilsufrøðingurin koma aftur á vitjan eftir tørvi. Evnir ið tosað kunnu vera um eru m.a. ymiskar sorgreaktiónir, parlagið, framtíðardreymar, syskin. Heilsufrøðingurin kann eisini kontakta beran í samráð við foreldrini.