Føtt ov tíðliga

Føtt ov tíðliga

Á hvørjum ári verða umleið 4000 børn í Danmark fødd ov tíðliga – tað svarar til umleið 7% av øllum nýføðingum.

At verða føtt ov tíðliga kann gerast ein trupul byrjan upp á lívið. Men nógv tey flestu børnini koma væl fyri seg, tá ið tey eru útskrivað og komin heim.

Foreldur í ótíð

Hendan kunningin er ætlað tykkum, sum hava fingið barn, ið er føtt ov tíðliga, og sum hava brúk fyri serligari vegleiðing og stuðli, tí tykkara støða er so grundleggjandi øðrvísi. Tað snýr seg bæði um upplivingin av føðingini, sorgina yvir ikki at kunna fullføra ta 40 viku longu burðartíðina og ta serligu stúranina, sum fylgir við at hava fingið eitt barn, sum er føtt ov tíðliga og tí óbúgvið.

Hava tit eldri systkin til henda nýføðingin, skulu tit eisini hava teirra stúran at hugsa um og hava umsorgan fyri teimum, meðan tykkara tankar fyri tað mest eru hjá tí lítla. Tað krevur nógv av foreldrunum at einum ov tíðliga bornum barni, sum skal hava frið um seg at vaksa og mennast, meðan gerandislívið framvegis er har alla tíðina við sínum avbjóðingum.

Hesin parturin er als ikki nóg fullfíggjaður, men kann vera byrjanarstøðið undir umrøðu við heilsufrøðingin, tykkara egna lækna og teir barnalæknar, ið hava við menningina og heilsuna hjá tykkara barni at gera.

At koma heim og ikki vera útskrivað

Stendur tað tykkum í boði at koma heim og ikki vera útskrivað, er tað sum oftast, tí læknarnir halda, at barnið hevur fingið ta viðgerð, tað skal hava í sjúkrahúsinum, og at tit kunnu passa tað heima við hús, meðan tað enn fær føðsluslangu (sondu) fyri at fara nóg nógv fram.

Umskiftið frá sjúkrahúsi og til at koma heim kann taka tykkum á bóli og fylla tykkum við stúran fyri, um tit fara at megna uppgávuna, og um tað fer at ganga væl. Tit skulu nú sjálv átaka tykkum alla ábyrgdina.

Í skiftistíðini kunnu tit hava brúk fyri sambandi við heilsufrøðingin. Hon kann styðja tykkum at vera foreldur – heima hjá tykkum sjálvum, soleiðis sum hon eisini ger fyri onnur foreldur.

Tit verða heilt útskrivað úr sjúkrahúsinum, tá ið tykkara barn ikki longur hevur føðsluslangu fyri neyðini – tí tað fær fulla føði av at súgva bróst ella úr fløsku – og tá ið tit eru heilt trygg við at átaka tykkum umsorganina av tykkara ov tíðliga fødda barni. Har fer at vera fráfararsamrøða við sjúkrarøktarfrøðingin og heilsufrøðingin, so at týðandi upplýsingar ikki skulu misfarast.

Samband beinanvegin við heilsufrøðingin

Eftir útskrivingina verður heilsufrøðingurin tykkara heilsufrøðiliga samband, sum kann geva ráð og vegleiðing um allar teir spurningar, sum nýggj foreldur kunnu vera í iva um.

Tí er tað skilagott at hava eina avtalu við heilsufrøðingin um at støkka inn á gólvið eftir útskrivingina.

Barnins mjólk og matur

Hjá nógvum eydnast at fáa gongd á bróstagevingina á neonataldeildini við útmjólking, soleiðis at barnið fær einki annað enn móðurmjólk, sí leinkja um útmjólking her. Hjá øðrum gerst neyðugt eisini at lata barnið fáa eftirgjørda móðurmjólk, og hjá nøkrum eydnast bróstagevingin als ikki.

Tað kann eisini vera, at tú vilt ikki geva bróst, og tí fær barnið einki annað enn eftirgjørda móðurmjólk.

Sama hvørja føðslu barnið fær, kunnu tit vera vís í, at tað fær tey føðsluevni, tað hevur tørv á, og nærleikan til barnið kunnu tit eisini fáa, sjálvt um tit geva fløsku. Til tess at byrgja fyri smittu ella ígerð, verður viðmælt, at tit gera fløskuna hjá barninum klára beint áðrenn, tit geva tí at súgva, og bara eina fløsku í senn alla tíðina, barnið fær eftirgjørda móðurmjólk.

Fær barnið bróst, tá ið tað verður útskrivað, og tit fegin vilja, at tað heldur á so leingi sum gjørligt, kann vera brúk fyri eyka stuðli at uppihalda mjólkargerðini, serliga tær fyrstu vikurnar. Tað krevur nevniliga eitt megnartak og áhaldni av mammuni.

Tað er gott at fáa stuðul frá bæði pápa, abbum og ommum og øðrum, so at tú kanst halda á at hava nóg nógva mjólk til barnið. Ofta krevst, at tú heldur á við útmjólkingin heilt fram til dagin, tú skuldi av røttum havt átt, fyri at gera nóg nógva mjólk. Jú fyrr barnið kom í verðina, jú fleiri tvørleikar kunnu vera við bróstagevingini.

Merkir tú, at mjólkin minkar, eftir at tit eru komin heim, er gott at biðja um hjálp skjótast gjørligt. Tað kann vera bæði handlig hjálp og hjálp til bróstagevingina, har heilsufrøðingurin kann ráða til framhaldandi bróstageving, er tað tað, tú vilt.

Fá meira kunning um bróstageving her.

D-vitaminir og jarnískoyti
D-vitaminir og jarnískoyti

Børn, sum eru fødd ov tíðliga, eiga at fáa D-vitamin-ískoyti eins og aðrir nýføðingar. Tit skulu geva D-vitamin-dropar, til barnið er minst 2 ár. Børn, ið eru døkkholdað, skulu halda fram við D-vitamin-ískoyti tað, sum eftir er av barndóminum. Eisini døkkleitt vaksin hava tørv á D-vitminum. Les meira um D-vitaminir her.

Eitt barn, sum er føtt ov tíðliga, hevur eisini tørv á jarnískoyti, tí barnið náddi ikki at byggja upp eina nóg stóra jarngoymslu í viðgongutíðini. Vigaði tykkara barn undir 2500 gramm, tá ið tað var føtt, skal tað hava um 8 gramm av jarni um dagin, til tað er hálvt ársgamalt. Vigaði barnið undir 1500 gramm, tá ið tað var borið, skal tað hava um 8 gramm dagliga, til tað er ársgamalt. Lesið meira um jarn her. Sjúkrahúsið kann hava givið onnur tilmæli. So eru tað teimum, tit skulu fylgja.

Minnist til at goyma bæði D-vitamin- og jarndropar, so at børn kunnu ikki koma at teimum. Barnið kann verða eitrað, fær tað ov stórar nøgdir í seg.

Umskifti til annan mat enn mjólk

Tað er ilt at siga neyvt, nær tykkara barn skal fara at eta við skeið. Tað veldst m.a. um hesar spurningar:

  • Hvussu tíðliga er barnið føtt?

  • Hava eftirsjúkur (komplikationir) verið?

  • Hvussu er rørsluliga menningin hjá barninum?

  • Hvussu er almenna búningin í mun til aldur hjá barninum, t.d. forvitni viðvíkjandi mati?

Tað er ógvuliga ymiskt, nær pinkubørn eru búgvin at eta við skeið – og hetta er eisini galdandi fyri børn, sum eru fødd til rætta tíð. Í fyrstu syftu verður viðmælt, at barnið byrjar at fáa tunnan greyt ella morl, tá ið tað er um 6 mánaðir, men við fyriliti til hvørt barnið sær.

Tá ið barnið byrjar at fáa tunnan greyt ella morl, fær tað ógvuliga nógva og nýggja sansaávirkan frá nýggjum lukti, smakki og kenslum inni í munninum og niður gjøgnum hálsin.

Fyri at vita um barnið er búgvið at fáa greyt og morl, kunnu tit eygleiða, um tað letur við seg koma og varnast mat – vísir tað hug at fáa nýggj árin – og kann tað sita við stuðli ella hjálp og taka ímóti skeiðini við munninum?

Nøkur børn eru kanska búgvin við fínum munnrørslum og góðari styrki í rygginum, so at tey kunnu sita í fanginum við ikki so nógvum stuðli, men eru tó ikki so búgvin til nýggjar avbjóðingar sum t.d. nýggj sansaárin. Onnur børn eru forvitin og áhugað í tí, foreldrini fáa sær, men munnrørslurnar eru ikki nóg nógv mentar at kunna fata nóg væl um skeiðina og at elta matin við tunguni, áðrenn hann verður svølgdur – og so má barnið bíða eitt sindur enn.

Tað skal vera ein fragd fyri barnið at eta, og ávenjingin til fasta føði skal fara fram eftir ferðini hjá barninum, men kann vera nakað forskotin samanborin við onnur børn og krevja meira tol av tykkum.

Fær barnið nóg nógv?

Tá ið tit byrja at geva barninum mat, kunnu tit gerast ótrygg við alt tað nýggja. Tað er heilt vanligt. Heilt frá tí at barnið var føtt ov tíðliga, hevur tað snúð seg um, hvussu nógva mjólk barnið skuldi hava fyri at vaksa sum mest. Tá ið barnið byrjar at fáa mat, hava tit minni eftirlit við, hvussu nógv tað fær, og tað kann gera tykkum ósikkur í, um tað fær nóg nógv at eta.

Tað kann eisini vera, at tit verða stúrin og fáa afturlit (flashback) til ta allarfystu tíðina, tá ið tit  als einki eftirlit høvdu, men máttu lata barnið upp í hendurnar á øðrum til viðgerðar og umsorganar. Tosið við heilsufrøðingin um tykkara tankar og kenslur. Tað hjálpir at seta orð á, og hennara royndir gera, at hon ofta kann seta tykkara stúrni í tað rætta høpið.

Nøkur børn, ið eru fødd ov tíðliga, eru ógvuliga smákrevjin, og tí kann tað vera tørvur á, at maturin inniheldur eyka nógva orku, og tí má tað vera ríkiligt av kalorium í hvørjari skeið.

Tá ið barnið skal læra at stilla sín tørv
Tá ið barnið skal læra at stilla sín tørv

Hjá tvíburum og tríburum kemur tað oftari fyri, at teir eru føddir ov tíðliga enn hjá "einabørnum". Orsøkin til tað er m.a. tað avmarkaða rúmið í lívmóðrini. Har afturímóti eru tvíburar ofta meira mentir enn "einabørn" við somu føðingartíð og -vekt.

Allir nýføðingar skulu læra "at vera í verðini". Serliga teir fyrstu mánaðirnar skulu teir styðjast til at stilla (regulera) tørvin á mati, svøvni, stimbran, sambandi og nærveru, so at teir so líðandi fáa eina samdøgursrútmu, sum samsvarar við ta hjá húskinum. Tað kann vera ein trupul tilgongd bæði fyri allar nýføðingar og teirra foreldur.

Hjá einum barni, sum er føtt ov tíðliga, er tað heilt trupult at læra at stilla sín tørv, tí tess sansir eru óbúnir, tá ið tað verður føtt. Tað er t.d. ikki ført fyri at "fáa nakað burtur úr" teimum mongu árinunum frá kanningum, blóðroyndum o.s.fr., meðan tað liggur á neonataldeildini. Fyrst tá ið viðgongutíðin er úti, er barnið nóg búgvið at byrja at "viðgera" árinini og stilla sín tørv.

Tekinini frá barninum eru eisini veik at byrja við, og tað kann við hvørt vera ilt hjá tykkum at skilja, hvat barnið roynir at siga, men fram móti viðgonguenda verða teknini týðiligari, og tit læra at tulka, hvat tað hevur brúk fyri, so at tit eru trygg við støðuna, tá ið tit verða útskrivað.

Tað gevur barninum ró og tryggleika, koma tit við nøkrum góðum og týðiligum vanum viðvíkjandi mati og svøvni. So kann barnið fáa varhugan av, hvat skal henda. Sit t.d. í sama stað, tá ið tú skalt geva bróst ella fløsku – so veit barnið at nú er mattíð. Hav einfaldar mannagongdir, tá ið tað skal leggjast – so veit tað, at nú er tíð at sova. Vel nakrar fáar sangir, tær dámar væl at syngja, tá ið tú skalt sissa barnið, og tak spøl uppaftur fleiri ferðir, til barnið fer at keða seg.

Tað at kenna okkurt aftur hjálpir barninum at stilla sínar kenslur og tørv, og tit eru tey bestu at skapa karmar og mannagongdir, sum hóska til tykkara familju. Fastar mannagongdir hjálpa eisini barninum at hugsavna seg um tað, tað er í ferð við – tí tað veit, hvat skal henda og hevur ikki fyri neyðini at fáa at vita um tað næsta, sum kann minka um bindindini og skapa órógv.

Barnins menning

Barnsins menning fer á ymsan hátt at vera bundin at, hvussu nógv ov tíðliga tað er føtt. Børn, sum eru fødd alt ov tíðliga, eru meira seinkað í menningini enn børn, sum eru fødd nærri at viðgonguenda.

Viðvíkjandi børnum, sum eru fødd fyri 32. viku í viðgongutíðini, og børnum við serligum trupulleikum, fara læknarnir at fylgja teirra menning meira gjølla.

Serliga tey fyrstu 2-3 árini fara læknarnir at kanna og meta um menningina hjá tykkara barni, og sum er rættað (korrigerað) í mun til aldurin á tí, um tað var føtt til ta røttu tíðina. Eftir tey fyrstu árini kann tað framvegis hava týdning, men tørvurin minkar so við og við. Brúkið gjarna tann rættaða aldurin, tá ið tit sjálv meta um menningina hjá tykkara barni, men latið vera við at samanbera við børn, sum eru fødd til tíðina, tí eisini hesi børnini taka seg ógvuliga ymiskt fram.

So hvørt sum tit læra tekinini frá barninum at kenna, verður lættari at nøkta tørvin hjá tí. Barnið kann framvegis hava ilt við at ”viðgera” og savna sansaárin til eina heildaruppliving, sum t.d. inniheldur bæði ljóð, neming og rørslu. Tað man vera best at fara spakuliga og róliga fram og skýla barninum at fáa ov nógv sansaárin í einum.

Er tað støðugt trupult hjá tykkum at fáa skil á, hvat barnið hevur brúk fyri, og hvussu tit best stuðla menningini hjá tí, tosið so við heilsufrøðingin. Saman kunnu tit finna loysnir, ið eru góðar fyri familjuna.

Nøkur børn, sum eru fødd ov tíðliga, kunnu vera serliga viðkvom á summum økjum, men ikki á øðrum økjum. Kanska dámar tykkara barni ikki at verða tikið upp av øðrum enn tykkum, og sjálvt um tað eisini eru kend fólk í familjuni, meðan tað er forvitið at læra okkur nýtt. Ella barnið er ótrygt við nýggjar vanar – t.d viðvíkjandi ritualinum um kvøldið ella svøvni – meðan tað trygt vendir sær til fremmand við einum smíli ella pjátri. Tað er umráðandi at virða mørkini hjá barninum og stuðla tí varisliga at læra nýtt – og ikki lata alt snúgva seg um føðingina í ótíð og kanska tálma barninum at mennast, sjálvt um tað fer fram í bestu meining og umsorgan fyri barninum.

Tykkara barn fer ivaleyst at fylgja teirri vanligu menningini, har tað verður rættað fyri aldur. Har kunnu koma ymsir trupulleikar, men øll børn búnast ymiskt og hava ymiskt sinnalag. Bera tit ótta fyri, at menningin hjá barninum ikki gongur rætta vegin, skiftið so orð við læknarnar í sjúkrahúsinium, tykkara starvandi lækna ella heilsufrøðingin. Tá ið trupulleikar koma tíðliga undan kavi, skal ikki so nógv til at styrkja barnið, har okkurt bagir, enn um barnið ikki fær tann neyðuga stuðulin til sína menning í rættari tíð. Setið altíð tað, barnið kann, í miðdepilin, og styðið menningina hjá barninum haðanifrá, bæði rørsluliga og sosialt.

Lesið annars meira um ta normalu menningina hjá barninum her.

Yrkislærd fólk kring um tykkara barn

Kring um tykkara familju eru yrkislærd fólk, sum gjarna vilja hjálpa tykkara barni í tann mun, tørvur er á tí:

Heilsufrøðingurin

Heilsufrøðingurin fer at leggja sínar vitjanir til rættis í samarbeiði við tykkum og við fyriliti til menningina av barninum og teimum møguligu eftirsjúkunum, sum hava verið. Orsakað av teirri serligu byrjan, sum barnið hevur fingið her í lívinum, fer tað kanska at standa tykkum í boði at fáa fleiri vitjanir av heilsufrøðinginum enn foreldrum at børnum, sum eru fødd til tíðina – og sambandið kann vara, til barnið er tvey ár ella longur, er brúk fyri tí. Eru tit ósikkur, kunnu tit tosa við heilsufrøðingin, sum við sínum royndum kann meta, um barnið mennist væl í sínum egna lagi, og hvat tit kunnu gera fyri at styðja tað.

Tann starvandi læknin

Tann starvandi læknin fer at fylgja við barninum á teimum vanligu barnakanningunum, meðan koppsetingarnar kunnu verða forskotnar í tíð alt eftir, hvat neonataldeildin hevur mælt til. Les meira um læknakanningar og koppsetingar her.

Við útskrivan

Tey sum hava havt eina trupla byrjan ella eru fødd áðrenn viku 34 vera fylgd í ambulatoriinum hjá barnalækna.

Í Føroyum eru vit byrjað uppá THO (tidlig hjemme ophold), har børnini fara heim við foreldrunum við sondu og vekt, treytað av ávísum krøvum. Tey vera so fylgd via Teams 2-3 ferðir um vikuna av kontaktsjúkrarøktarfrøðingi.

Sostatt sleppur familjan undan síðstu drúgvu tíðini frá sondu til bróst á sjúkrahúsið. Innleggingartíðin verður á henda hátt stytt munandi og familjan verður fyrr sameind aftur.

Aðrir yrkislærdir persónar

Nøkur børn hava brúk fyri stuðli frá einum barnafysioterapeuti og/ella ergoterapeuti fyri at kunna mennast á besta hátt. Tá ið barnið verður eldri, fer tað kanska at hava tørv á einum talulærara ella øðrum stuðli.

Nakrar familjur kunnu sum einki halda skil á teimum mongu yrkislærdu persónunum kring um barnið, meðan aðrar hava brúk fyri meira stuðli at finna veg í "skipanini". Tosið saman um, hvat tit hava brúk fyri. Tit kunnu møguliga fáa tilnevnt eitt álitsfólk, sum kann samskipa tilboðini ella arbeiðini, so at bara tað mest neyðuga gongur gjøgnum tykkum sjálv.

Tá ið barnsburðarfarloyvið er av

Tá ið barnsburðarfarloyvið er av, kann tað vera svárt hjá tykkum at lata barnið fara í vøggustovu ella dagrøkt, tí tykkara lív saman hevði so trupla byrjan. Og kanska er okkurt í menningini, sum ikki er komið heilt "upp á pláss" enn. Kanska hevur barnið ilt við at knýta seg til onnur enn síni foreldur og møgulig systkin - kanska tolir barnið illa óljóð ella er ikki fegið um broytingar. Erkvisnið hjá barninum kann koma til sjóndar á tann hátt, sum ger tykkum serliga ótrygg at lata tað upp í hendurnar á øðrum í fleiri tímar um dagin.

Tit kunnu eisini fara at stúra fyri, at ein annars góð og støðug menning hjá barninum kann verða órógvað, tí at tað nú skal brúka nógv av sínari orku at laga seg til alt tað nýggja í dagtilboðinum.

Tað kann vera eitt gott hugskot at fáa heilsufrøðingin at vera við í skiftinum frá barnsburðarfarloyvinum til røktina uttan fyri heimið, um tykkara barn hevur serligan tørv á stuðli.

Hon kann hálpa tykkum at fáa greiði á sambandinum hjá barninum við fysio-ella ergoterapeutin og tí, sum barnið serliga hevur brúk fyri. Og hon kann saman við tykkum vegleiða starvsfólkið um møguligan heilivág og fylgjustøður, sum kunnu vera komnar av føðingini í ótíð, og sum heild vegleiða um tørv og møguligar seinkomnar fylgjusjúkur, sum okkurt kanska kann gerast við í góðari tíð.

Umskifti til nakað nýtt kann sum heild verða orsøk til órógv. Hevur tykkara barn framvegis brúk fyri serligum stuðli og eftiransni í skiftinum til barnagarð og skúla, kunnu tit kanska eisini fáa gleði av at heita á heilsufrøðingin til ta tíð.