Visión
Gigni - Heilsufrøði til børn & ung er ein miðsavnandi vitanar- og ráðgevingardepil, sum gongur á odda í tilgongdini at menna fólkaheilsu til børn og ung.

Missión
Gigni Heilsufrøði til børn & ung skal savna vitan og vera ein sjálvsagdur ráðgevi hjá landsmyndugleikum, stovnum og øðrum fakfólkum, umframt alment at kunna um viðurskifti, sum viðvíkja fólkaheilsu hjá børnum og ungum.

Gigni Heilsufrøði til børn & ung skal ganga á odda í heilsufremjandi og fyribyrgjandi átøkum í mun til fólkaheilsu hjá børnum og ungum.

Endamál
Endamálið við Gigni - heilsufrøði til børn & ung er:

  • At fremja heilsu

  • At fyribyrgja sjúku

  • At trivnaðar- og menningartrupulleikar verða avdúkaðir og viðgjørdir skjótast til ber.

  • At fyribyrgja skeivari menning, ið seinni kann elva til sosialar, heilsu- ella innlæringartrupulleikar


Heilsufrøðingurin tekur støði í einstøku familjuni og barninum og ráðgevur og vegleiðir eftir teirra tørvi, soleiðis at familjan á bestan hátt kann klára avbjóðingina at vera ein familja.
 
Heilsufrøðingurin skal vegleiða og stuðla menningini hjá barninum og familjuni, so familjan gerst betur før fyri at virka og taka ábyrgd.
 
Heilsufrøðingurin eygleiðir og kannar barnið og ráðgevur og vegleiðir foreldrini um sálarligu, sosialu og likamligu menningina hjá barninum. Eisini ráðgevur heilsufrøðingurin um foreldraleiklut og -tilknýti.
 
Vísir eygleiðingin ella kanningin, at barnið hevur serligan tørv, kann heilsufrøðingurin veita eyka ráðgeving til familjuna. Eisini ber til at ávísa til ella samstarva við pedagogiskan, sosialan ella læknaligan serkunnleika, um tað er neyðugt.

Á skúlunum verða allir skúlanæmingar kannaðir regluliga. Eisini ráðgevir, vegleiðir og undirvísir heilsufrøðingurin børnini og tey ungu, í mun til heilsu, menning og trivna, eins og heilsufrøðingurin eisini hevur regluligar samrøður við næmingarnar.

Eisini verður ráðgeving og vegleiðing givin foreldrum at skúlanæmingum, eins og lærarum og skúlaleiðslum.

Heilsufrøðingurin hevur eisini ábyrgd av at eygleiða og vegleiða í mun til almennu umstøðurnar á skúlum og stovnum, ið hava týdning fyri heilsu, menning og trivna hjá einstaka barninum.