Hvat er ein heilsufrøðingur

Ein heilsufrøðingur hevur nomið sær serútbúgving innan:

  • likamliga, sálarliga og sosiala heilsu og menning hjá børnum og ungum

  • tilknýtið og foreldraførleika

  • heilsufremjan

Ein heilsufrøðingur er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, sum umframt drúgvar arbeiðsroyndir við børnum, hevur nomið sær hálvtannað ára víðari útbúgving í Danmark innan servitan um børn, barnafamiljur, relatiónir, námsfrøði, gransking, menningarsálarfrøði, heilsufremjan og sjúkufyribyrgjan. Undir útbúgvingini hevur tann lesandi skiftivís teoretiska og praktiska frálæru.

Nakrir heilsufrøðingar arbeiða burturav við smábørnum, nakrir arbeiða bert á skúlum, meðan aðrir arbeiða bæði á skúlum og við smábørnum.