Børn kunnu eisini hava eini góð jól - hóast foreldrini ikki eru saman
22. desember 2023

Børn kunnu eisini hava eini góð jól - hóast foreldrini ikki eru saman

- men tað krevur nakað av tykkum sum foreldur.

Eitt brot á eitt parlag er altíð torført. Men tað er serliga torført, um børn eru ein partur av parlagnum. Tí mitt í kreppuni, pínuni og kanska eisini vreiðini, hava tit saman ábyrgdina fyri at taka røttu avgerðirnar vegna tykkara børn.

Nógv børn, sum hava fráskild foreldur, uppliva, at tað kann vera trupult at koma ígjøgnum jólini. Tað gerst meira týðiligt, at familjan er sindrað, og nógv børn ynskja, at øll kunnu vera saman.

Nakrar familjur halda áfram at vera saman á jólum, men tá nýggjar familjur verða stovnaðar, velja nógv, at børnini skiftivís eru hjá mammuni og pápanum. Í summum familjum kann tað vera tað rætta at gera, og í øðrum familjum er tað gott at halda áfram við teimum siðbundnu jólunum, har øll eru saman.

Um tit velja at halda jól uppá skift saman við børnunum, er tað ein hjálp, at tit viðurkenna, at tað kann vera ein stórur missur fyri barnið at skulu vera hitt foreldrið fyriuttan. Gev tí barninum pláss til at deila sínar kenslur, óansæð um tað er vreiði, sorg ella ein lætti, sum barnið kennir.

Skulu børnini halda eini jól ella fleiri?

Tað eru ikki øll børn, sum halda tað vera stuttligt at halda jól tvær ferðir. Og nógv ynskja, at bæði foreldrini kunnu vera við jólaaftan. Onkur børn sleppa sjálvi at velja, hvar tey vilja vera, men tað kann vera alt ov trupult fyri tey. Børnini velja ofta at vera hjá tí vaksna, sum annars hevið sitið einsamallur á jólum. Í bestu meining kunnu foreldrini, uttan at vilja tað, leggja stórt trýst á barnið, sum kann føla, at tað skal velja, hvønn tað elskar mest. Og tað er ógjørligt fyri eitt barn.

Tilmælir viðvíkjandi jólum

  • Roynið at skúgva egnar kenslur til viks, tá tit leggja ætlanir og skulu halda jól. Tað týdningarmesta er, at børnini fáa eini góð jól.

  • Hugsið um, hvussu nógv hátíðarhald tykkara barn megnar eftir aldri og sinnalagi.

  • Umhugsið um tit kunnu finna uppá aðrar siðvenjur á jólum enn at halda fleiri jólaaftan.

  • Tosið við barnið um jólini og um hvørjar siðvenjur hava týdning fyri tey. Ikki spyrja, hvar tey vilja halda jól í ár. Tað kann seta barnið í eina ógvuliga torføra støðu. Spyr heldur ”Hvat dámar tær best við jólunum” og ”Hvat er tað ringasta við tí mátanum, vit halda jól uppá?” Og so hevur tað týdning at rúma svarinum hjá barninum.

  • Spyr um barnið hevur tørv á hjálp til at keypa gávur til hitt foreldrið. Tað sendir eitt jaligt tekin.

  • Tosa við hitt foreldrið um jólagávur, so tað verður samskipa. Ikki gera jólagávur til eina kapping millum tykkum foreldur.

  • Royn ikki at geva gávur, sum bara kunnu vera hjá tær sjálvum. Ein gáva til títt barn, hoyrir til títt barn, og skal tí helst eisini vera nakað, sum barnið tekur avgerð um og kann hava við sær til hitt foreldrið.

  • Legg tilmerkis, at børn eisini hava tørv á at hvíla seg og hugna sær við sínum gávum. Ansið eftir, at tað eisini eru stundir til tess hjá tínum barni.

Les meira um børn hjá fráskildum foreldrum á heimasíðuni hjá Børns vilkår!

Við hesum ynskja vit í Gigni tykkum øllum - bæði stórum og smáum eini góð og hugnalig jól🎄